Lestrartíð: 2 ár
Umsóknarfreist: Um várið, læruplássið ásetir freistina

Bankaútbúgving

Endamálið við útbúgvingini er at geva tær eina fakliga vitan, ið er fortreyt fyri at greina og nøkta fíggjarliga tørvin hjá kundanum, umframt at geva tær vitan um tað at samskifta og veita kundanum holla ráðgeving.

Útbúgving

Í lærutíðini verður dentur lagdur á, at tað ástøðiliga og verkliga fylgjast, soleiðis at tað altíð ber til at samantvinna tað verkliga og undirvísingarpartin.

Ástøðiliga undirvísingin gevur tær innlit í ymsar peningastovns- og tryggingarvørur, samfelags­viðurskifti og búskaparviðurskifti hjá privatkundum. Skúlin er skipaður við nøkrum kravdum lærugreinum og nøkrum serlærugreinum, sum kunnu veljast. Útbúgvingin endar við eini skrivligari uppgávu og við munnligari próvtøku.

Útbúgvingin er ikki fyriskipað og góðkend av Mentamálaráðnum.

Føroysku peningastovnarnir og tryggingarfeløgini samstarva um útbúgvingina saman við Finanssektorens Uddannelsescenter.

Upptøkutreytir

Um tú vilt søkja sum næmingur í peningastovni, krevst, at tú hevur lokið eina miðnáms­útbúgving.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum kundaráðgevi á privatøkinum í peningastovni.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d. akademiútbúgving í fíggjarligari ráðgeving (AFR), ið svarar til 1. part av HD. Harafturat er útbúgvingin eitt grundarlag til at taka aðrar útbúgvingar innan t.d. fíggjarviðurskifti og búskap.

Meiri kunning

BankNordik – www.banknordik.fo
Eik – www.eik.fo
Norðoya Sparikassi – www.ns.fo
Suðuroyar sparikassi – www.ss.fo

Lestrartíð: 2 ár
Umsóknarfreist: Um várið, læruplássið ásetir freistina