Lestrartíð: 4 mðr.
Skúlabyrjan: September
Umsóknarfreist: Til ber at tekna seg frá 1. mars á hvørjum ári
Tal av upptiknum næmingum: 15-25

Útbúgvingarstovnur
Føroya Fólkaháskúli

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarkostnaður: 15.800, íroknað vistarhald, tilfar og námsferðir. Til ber at gjalda í 4 umførum á kr. 3.950

Ikki próvgevandi

Fólkaháskúlaskeið

Fólkaháskúlaskeiðið á Føroya Fólkaháskúla hevur sum endamál at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum og byggir bæði á tað andaliga, tað handaliga, og tað skapandi hjá tí einstaka menniskja og felagskapin allan.

Fólkaháskúlaskeiðið er eitt vistarskeið, har næmingarnir búgva, eta og virka saman á háskúlanum í 4 mðr. Næmingatalið er sum ein miðal skúlaflokkur, bæði úr Føroyum og norðurlondum.​

Lærugreinarnar eru føroyskt, bókmentir, søga og samfelag. Seinnu árini hevur háskúlin lagt serligan dent á skapandi lærugreinar innan list, sum ung halda verða áhugaverdar m.a. foto, film, tónleik, dans, skapandi skriving, málningalist, tekning, keramikk og handverkslist.

Eisini er sangur, fimleikur, hagatúrar, havsvimjing, námsferðir og ein rúgva av felagstiltøkum.

Undirvísing

Vanliga verður undirvíst kl. 9 - kl. 12 og kl. 13 - kl. 15 (onkuntíð til kl. 16) yrkadagar.

Undirvísing og onnur tiltøk eru onkuntíð eisini seinni á kvøldi, og í vanligu vikuskiftunum t.d. útferðir ella ítróttur leygardag/sunnudag seinnapart. Námsferðirnar kunnu vara 1-3 dagar.

Máltíðir

Yrkadagar er morgunmatur kl 8.30. Døgurði kl. 12. Nátturði kl.17.30.

Tey vikuskifti skúlin er opin, eru 2 máltíðir: Morgunmatur kl. 10 - kl. 11 og nátturði kl.18.

Tá frívikuskifti eru, 1-2 ferðir um mánaðin, er køkurin stongdur og næmingarnir fara heim.

Føst næmingahold gera klárt til morgunmat fastar vikumorgnar kl. 8.

Føst næmingahold rudda og vaska upp føst vikukvøld eftir nátturða.

Skiftandi næmingahold hava køkslæru og matgerð tvær ferð um vikuna frá kl. 13 - kl. 15.

Teir næmingar, sum eru á skúlanum í vikuskifti, matgera saman við vakthavandi lærara.

At hava við, tá tú kemur á skúlan

  • Tína egnu dýnu, kodda og seingjarklæði.
  • Handklæði, ítróttarklæðir, svimjiklæðir.
  • Soviposa og kanska undirlag.
  • Gummistivlar og góð heit klæði, ið hóska til føroyska veður- og landslagið.
  • Okkurt (borð)spæl, sum tykkum dámar væl.
  • Onkran film, sum tykkum dámar væl.
  • Onkran tónleik, sum tykkum dámar væl.
  • Eitt ljóðføri, um tit hava.
  • Tykkara egnu penslar/blýantar, um tit hava onkrar, sum tykkum dámar serliga væl. Annars hava vit á skúlanum.
  • Myndatól ella bara fartelefon, um tit hava.
  • Onkrar myndir av tykkum og tykkara heimbygd/bý.

Upptøkutreytir

Tú skalt hava lokið 9. flokk, ella hava samsvarandi aldur, tá ið farið verður undir skeiðið.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til haskulin@haskulin.fo við hesum upplýsingum:​

1) Navn og eftirnavn

2) Bústað og teldupost

3) Føðingardag og ár

4) Upplýsingar um heilivág fyri sjúku og/ella ovurviðkvæmi.​

Síðani verður tú boðin til eina samrøðu, so til ber at síggja skúlan, at seta spurningar og kunnað verður um ymisk viðurskifti.​​

Framtíðarmøguleikar

Endamálið hjá Føroya Fólkaháskúla er ikki at verða próvgevandi, men persónliga mennandi.

Fyrrverandi næmingur skrivar soleiðis:

”Sum so mong onnur ungfólk var eg skúlatroyttur aftan á 10 ára skúlagongd í fólkaskúlanum og tímdi ikki ein tíma aftrat á skúlabeinki. Aftaná at hava pakkað fiskafingrar á Bacalao í eitt hálvt ár, hevði eg fingið nóg mikið og valdi ístaðin at fara á háskúla. Tað havi eg ongantíð angrað.

Satt at siga, so var háskúlin ein uppliving av teimum stóru, og eg haldi so avgjørt, at tíðin á háskúla­num hevur viðvirkað til, at eg eri tann, eg eri í dag. Tað ljóðar kanska eitt sindur uppreklamerað, men eg haldi veruliga, at teir karmarnir og tann øðrvísi tilgongdin til lærdóm, sum eg fekk á háskúlanum, gjørdi, at eg fór at hugsa øðrvísi um samfelagið, mentan og øðrvísi hugsanarhátt.

Eg knýtti vinabond við fólk úr øllum landinum og úr øllum samfelagsløgum. Vit vóru útferðir bæði her heima og uttanlands og fingu góða undirvísing frá kreativum lærarum í kreativum lærugreinum, sum pláss ikki var fyri á praktiska pensumlistanum í fólkaskúlanum. Heimsspeki við Róa Paturssyni, drama, foto og mangt annað.

Millum bestu upplivingarnar var túrurin á Kalsoynni og gongutúrurin úr Mikladali til Trøllanes. Og ikki at gloyma seinu løturnar í køkinum við einum temunni og kjaki um lívsins stóru spurningar“.

Heini Gaard, tíðindamaður KVF.

Meiri kunning

Føroya Fólkaháskúli - www.haskulin.fo 

Lestrartíð: 4 mðr.
Skúlabyrjan: September
Umsóknarfreist: Til ber at tekna seg frá 1. mars á hvørjum ári

Útbúgvingarstovnur Føroya Fólkaháskúli

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum