Søk um upptøku her
Lestrartíð:

Upp til 4 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2021

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:

Serflokkur innan autismuøkið

Serflokkurin innan autismuøkið er ætlaður ungum, sum hava eina diagnosu innan autismuspektrummið.

Um útbúgvingina

Endamálið við autismuflokkinum er at skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri einstaka næmingin, sum vegna diagnosu hevur torført við at ganga í vanligum flokki. Fyri at tryggja, at næmingarnir hava umstøður at læra og samstundis fáa eitt prógv, sum lýkur øll formligu krøv, ganga teir á leið tíggju næmingarnir, sum eru í hvørjum autismuflokki, á einari felags breyt, sum tekur fýra ár.

Hetta eina árið, sum er lagt afturat teimum trimum árunum, ein miðnámsútbúgving eftir breytaskipanini vanliga tekur, kemst av, at skúlating eru løgd inn í tímatalvuna. Á fyriskipaðummlektiucaféum gera næmingarnir skrivligar uppgávur og onnur skúlating.

Skipan av útbúgvingini

Eyðkennið við serflokkinum er, at floksundirvísingin er serliga skipað og fer fram í flokki við fáum næmingum. Bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Í serflokki fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir eru vanlig í serflokkinum.

Serflokkurin hevur eina felags breyt, og næmingurin kann velja nakrar vallærugreinar. Hesar verða valdar eftir ávísum treytum fyri at tryggja, at prógvið uppfyllir formligu krøvini á breytini.

Longdin á útbúgvingini og lága næmingatalið í hvørjum flokki ger, at næmingarnir ikki frítt kunnu velja millum tær fýra gymnasialu breytirnar. Frælsið er tó at velja nakrar vallærugreinar alt eftir áhuga og førleikum. Ávísar treytir eru við vallærugreinavalinum, fyri at vissa er um, at prógvið lýkur formligu krøvini á breytini.

Lestrarvegleiðinginkunnar um hesar treytir, tá tíðin nærkast at velja. 

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá serflokki hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á ymsar hægri lærustovnar, alt eftir hvørjar lærugreinar eru og verða valdar.

Meiri kunning

Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

Upp til 4 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2021

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul: