Er tøkt her

Lestrartíð: 1¼ ár fulltíðarlestur, 2½ ár hálvtíðarlestur
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum: Umleið 10

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

B.Sc. í maskinfrøði

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.

Um útbúgvingina

Innihaldið er serliga verkfrøðilærugreinar, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt.

Maskinmeistaraprógv gevur 135 ECTS og til tess at fáa bachelor prógv í Maskinfrøði krevst 75 ECTS afturat.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 1¼ ár ella parttíðarlestur í 1½ - 2½ ár. Flestu skeiðini eru samskipað við útbúgvingina til BSc í Orkuverkfrøði.

Um lesturin verður tikin upp á 1¼ ár, er bert pláss fyri tveimum vallærugreinum, sum eru 5 ECTS; einari heystið 2019 og einari várið 2020.

Heystið 2019

  • Elveiting 1
  • Styrkilæra 1 ella
  • Effektelektronikkur

Várið 2020

  • Elveiting 2 ella
  • Styrkilæra 2

Verður lesturin tikin yvir 1½ ár ella longri, ber til at velja millum aðrar lærugreinar, sum eru á Setrinum; heystið 2019 eru hesar at velja í:

  • Vindorka (7,5 ECTS)
  • Orka & inniklima (7,5 ECTS)

Undirvísingin gongur fyri seg á føroyskum, donskum og enskum, og er tilfarið eisini á hesum málum.

Fulltíðarlestur (við fyrivarni fyri smærri broytingum):

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1 

10 ECTS

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

Stýrisverkfrøði

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

 

Forritan 

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

 

Líkindaástøði

5 ECTS

Evnafrøði

5 ECTS

 

Vallærugrein

5 ECTS

Vallærugrein

5 ECTS

 

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005; “Støddfrøði 3" ella “Støddfrøði A” skal vera staðið við minst 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-trinsstiganum.

Maskinmeistarar útbúnir eftir kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 kunnu vera tiknir upp, um kunnleikin í støddfrøði er nóg góður, t.d. um teir hava staðið Støddfrøði A á miðnámi ella hava minst 9 í miðal eftir 13-talsstiganum.

Aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tí lesandi grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina er møguleiki at útbúgva seg víðari á øðrum universitetum kring heimin, t.d. til cand.polyt. á Danmarks Tekniske Højskole.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Benadikt Joensen, útbúgvingarleiðara, benadiktj@setur.fo

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Er tøkt her

Lestrartíð: 1¼ ár fulltíðarlestur, 2½ ár hálvtíðarlestur
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum