Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

September

Umsóknarfreist:

1. juni

Tal av upptiknum næmingum:

12-24

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 15
Lestrarkostnaður:

21.000 kr.

Skeið í starvslæruvegleiðing og akkersfólkauppgávuni til lærarar

B.Ed.-støði

Endamálið við skeiðnum er, at gera tann lesandi føran fyri at vegleiða læraralesandi, ið koma í starvslæru og at leiðbeina nýútbúnum lærarum fyrsta undirvísingarárið.

Um skeiðið

Skeiðið er eitt eftirútbúgvingartilboð til lærarar.

Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi verða førur fyri at:

  • greiða frá, hvussu læraraútbúgvingin er skipað, og hvønn leiklut starvslæran og starvslærarin hevur í samlaðu útbúgvingini
  • gera mun á ymiskum vegleiðingar- og mentorástøðum og hættum, og taka støðu til, nær ein vegleiðingartilgongd er betri egnað enn ein onnur
  • lýsa hvørjar avbjóðingar starvslesandi og nýútbúnir lærarar ofta hava, tá ið tey skulu skipa undirvísingina
  • meta um, hvørjar førleikar lesandi/nýútbúnir lærarar hava, tá ið tað snýr seg um at leiða ein flokk, at skapa gott samband við einstaka næmingin í flokkinum, og at skapa eina innihaldsríka og næmingalagaða undirvísing
  • skipa fyri konstruktivum ráðleggingartímum/akkersfólkasamrøðum, har ið týdningarmiklir partar av lærarastarvinum fáa umrøðu
  • eftirmeta undirvísingina hjá læraralesandi og nýútbúnum lærarum og at orða ítøkilig tilmæli.

Skipan av skeiðnum

Skeiðið verður skipað við 9 temamodulum.

Modul:
  1. Hin føroyski fólkaskúlin og hin føroyska læraraútbúgvingin
  2. Læraraútbúgvingin í 2020unum
  3. Góð undirvísing og góðir undirvísarar
  4. Almendidaktisk temu og almendidaktiskar avbjóðingar
  5. Fakdidaktisk temu og fakdidaktiskar avbjóðingar
  6. Vegleiðingarástøði og ástøði um akkersfólkaskipanir
  7. Etisk atlit í sambandi við vegleiðing og eftirmeting
  8. Starvslæran sum eitt serligt lærurúm í læraraútbúgvingini
  9. Avbjóðingar hjá nýútbúnum lærarum

Undirvísingarhátturin er m.a. fyrilestraundirvísing, samstarvslæru, bólkaarbeiði, greining av casum, kjakbólkar, upplegg frá skeiðsluttakarum, stutt skrivlig avrik, sjálvlestur.

Upptøkutreytir

Til tess at verða upptikin til krevst læraraprógv umframt minst 2 ára starvsroyndir um lærari. 

Próvtøka

Próvtøkan er tríbýtt:

  1. Tey lesandi skulu hava læraralesandi í starvslæru, meðan skeiðið gongur og dokumentera, hvussu tey hava skipað samstarvið frá byrjan til enda. Hetta arbeiðið skal verða góðtikið av undirvísarunum, áðrenn endaliga uppgávan verður skrivað
  2. Tey lesandi skulu skriva styttri akademiska uppgávu (7-10 blaðsíður), sum tekur støði í einum ella fleiri avbjóðingum, ið eru tengdar at starvslæruvegleiðaraleiklutinum og/ella leiklutinum sum mentori. Teksturin skal leggjast fram munnliga.
  3. Framløgudagin fáa skeiðsluttakarnir til uppgávu at vera opponentar hvør hjá øðrum.

Próvtøkan er staðið/ikki staðið og fer fram við innanhýsis próvdøming.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda tær til Hans Harryson á HansH@setur.fo

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

September

Umsóknarfreist:

1. juni

Tal av upptiknum næmingum:

12-24

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 15
Lestrarkostnaður:

21.000 kr.