Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars
Tal av upptiknum næmingum: 8-10
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður: kr. 2.400 um árið
Ikki próvgevandi

Musikkskúli Miðnám

Tú kanst fara á Musikkskúla miðnám, um tú ætlar tær at fara undir víðari lestur á musikkkonservatorium.

Um útbúgvingina

Gev gætur, at Musikkskúli miðnám gevur ikki eitt gymnasialt miðnámsprógv, men fyrireikar teg til upptøkuroynd á Musikkkonservatorium og gevur undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku. 

Útbúgvingin er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14-25 ár - bæði klassiskt og rytmiskt. 

Hugsanin er, at til ber at røkja annan skúla samstundis - ella at hava annað arbeiði við síðuna av. Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 9 tímar.

Útbúgvingin hevur sum endamál, at:

  • fyrireika næmingar, ið ætla at nema tónleikaútbúgving á musikkkonservatorium - ella á øðrum hægri lærustovni
  • geva áhugaleikarum gott støði og at menna heimliga umhvørvið

Skipan av undirvísingini

Undirvíst verður í klassiskum tónleiki, í rytmiskum tónleiki og tónleikaframleiðslu.

Ein høvuðslærugrein kann vera eitt ljóðføri, sangur, teori, lagskriving, framleiðsla, kompositión, hoyrilæra, tónleikasøga, musikkterapi og aðrar lærugreinir innan tónleikaøkið.

Kravdar hjálærugreinir kunnu vera klaver, teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur, samanspæl ella improvisatión.

Undirvísast kann í øðrum hjálærugreinum, tá ið útbúgvingarlig atlit krevja tað.

Tónleikaligar hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini kunnu vera samskipaðar við samsvarandi tónleikaligar lærugreinir í tónleiki á hástigi á gymnasialum miðnámsútbúgvingunum, fyri lesandi, ið ganga á báðum útbúgvingunum.

Upptøkutreytir

  • Útbúgvingin er fyri 14 til 25 ára gomul úr øllum landinum. Undantak í aldurskravi kann gerast, um mett verður, at grundarlag er fyri tí
  • Umsøkjari skal vísa serstøk evni.
  • Mett verður, um næmingurin fer at lúka upptøkukrøv til lærdan tónlistaskúla eftir lokna 3-ára skúlagongd á Musikkskúla miðnámi.

Sum vegleiðing, verður mett, at næmingur er áleið 6. stigi í Associated Board á ljóðføri sínum ella líknandi.

Næmingurin skal til upptøkuroynd. Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar.

Próvtøkur

Ársroyndir verða hildnar, og næmingurin skal prógva framstig.

Støðið er ájavnt donskum MGK-útbúgvingum. 

Framtíðarmøguleikar

Tú kanst fara á Musikkskúla miðnám, um tú ætlar tær at fara undir víðari lestur á musikkkonservatorium.

Gev gætur, at Musikkskúli miðnám gevur ikki eitt gymnasialt miðnámsprógv, men fyrireikar teg til upptøkuroynd á Musikkkonservatorium og gevur undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku.

Meiri kunning

Les meira her.
Faldari um Musikkskúla Miðnám er her
Tú kanst fáa vegleiðing her

Tórshavnar Musikskúli 

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars
Tal av upptiknum næmingum: 8-10
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður: kr. 2.400 um árið