Sum hárfríðkari lærir tú hárklipping, hárseting, permanentviðgerð, hárliting og andlitssmyrsl umframt tekning av klippingum á kvinnum og monnum. Eisini lærir tú at geva ráð og at veita kundatænastu.
Hárfríðkarar fáast mest við hárviðgerð, men næmingarnir læra eisini alt um vakurleikarøkt, og hvat tað ber í sær at reka eitt virki, t.d. virkisbúskap, kundarøkt, sálarfrøði og mangt annað. Arbeiðið er fjølbroytt, tí mótin skiftir rættiliga ofta.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum hárfríðkari eru:
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Skúlagongdin er 60 vikur. Skúlagongdin er sett saman av 1. skúlaskeiði á 20 vikur og 4 fylgjandi skúlaskeiðum á 10 vikur, umframt 2 dagar til sveinaroynd.
Skúlagongdin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir.
Tú hevur umframt 6 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum hárfríðkari og stovna egi virki. Hárfríðkarar starvast mest á hárfríðkanarstovum, tó eisini í sjónleikarhúsum og í sjónvarpi.
Tú kanst eisini fara undir útbúgving sum t.d. stílráðgevi, kosmetikari, kosmetologur, make-up artistur, handarøktari
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir