Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:

Skapandi fyrireikingarbreyt

Skapandi fyrireikingarbreytin er tvørfaglig, almennandi og lestrarfyrireikandi gymnasial og yrkisrættað miðnámsútbúgving, serliga innan tilvirkis- og klædnaatstøði.
 
Tikið verður fult fyrireikingarprógv, umframt partar av klædna- og tilvirkisatstøði.

Um útbúgvingina

Fyrireikingarbreytin er ein tvey ára tvørfaglig gymnasial- og yrkisrættað miðnámsútbúgving, sum serliga er ætlað tær, ið hevur havt ein steðg frá skúlanum, men sum nú ert til reiðar at fara aftur á skúlabonk.

Trívist tú væl við at arbeiða við kreativum tilgongdum? Ert tú kreativ ella kreativur? Dámar tær væl at skapa nakað við tínum hondum ella í tínum hugflogið? Umhugsar tú at fara á designskúla, arkitekt ella kanska námsfrøðingi, lærara – ella onnur yrkir?
Breytin samantvinnar bókligar lærugreinar við kreativar, handaligar yrkisfakligar lærugreinar – í einum spennandi og skapandi umhvørvi.

Skipan av útbúgvingini

Undirvísingin á fyrireikingarbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Størsti parturin er skipaður sum floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á fyrireikingarbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanligar á fyrireikingarbreytini.

Umframt almennar lærugreinar á A- og B-støði – eitt nú føroyskt, enskt, søgu og danskt ella fremmandamál – so er  innovatión, myndlist og design kravdar lærugreinar á C og B støði, við møguleika til uppstigan. 

Design B

Í design B verður arbeitt við designamboðum fyri at kunna hugskotsmenna, visualisera og at gera modellir av vørum/produktum. Eisini verður arbeitt við designsøgu, ástøði í at greiða og greina objektir innan móta og industrielt design og  o.ø.

Tit fáa frálæru í at nýta innovativar og kreativar metodir í einum tryggum umhvørvi í flokshølinum – og eftirfylgjandi at framleiða vørðuna á verkstaðnum ella í royndarhølum. Hetta verður skjalfest í arbeiðsmappum.

Innovatión C

Innovatión og Design B stuðla væl hvørt annað. Í Innovatión koma tit at arbeiða við og fáa frálæru í m.a:

  • Innovatión og samfelagsmenning – hvussu menna vit samfelagið Føroyar?
  • Innovatión og kappingarføri hjá fyritøkum – hvat krevst at verða kappingarfør?
  • Hvussu menna vit hugskot? Frá hugskot til veruleika?
  • Hvussu stovni eg egið virki? – Ungt virki er hvørt ár (flestu miðnámskúlar luttaka og vinnarin fer til DM at luttaka)

Yrkislærugreinar – uml. ¼ av samlaða tímatalinum 

Yrkislærugreinarnar innihalda økini: Tilfarslæra, dokumentation, konstruktión, tekstil amboð, vørumenning innan t.d. binding og seyming.
Næmingarnir koma m.a í yrkislærugreinunum at arbeiða við klædnapløggum frá hugskot til produkt. Í arbeiðinum við tekstilu amboðunum, koma tey at kanna litir, samansetingar av ymiskum tilfari, struktur og eginleikar innan tekstildesign.

Lærugreinarnar design, innovatión og yrkislærugreinarnar eru væl stuðlandi hvørja aðrari. Hinar lærugreinarnar vilja sjálvandi eisini verða stuðlandi í útbúgvingartíðini. Hetta kemur m.a at síggjast aftur í verkætlanunum sum skulu fremjast tvørtur um fakøkir.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

  1. fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
  2. lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
  3. lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út
  4. er fyltur 18 ár í seinasta lagi 31. desember tað árið, hann byrjar undirvísingina.

Umsøkjarin skal hava lokið royndirnar í punkt 2 við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.

Umsøkjarar til skpandi fyrireikingarbreytina, sum ikki lúka krøvini um upptøku verða kallaðir inn til upptøkusamrøðu á tí stovni, teir hava sett sum fyrsta breytaynski. Samrøðan er grundarlag undir avgerð útbúgvingarleiðarans um upptøku.

Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum. 

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.

Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur atgongd til at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn í útbúgvingum, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær.

Hetta kann t.d. hava við sær, at ein, ið hevur gingið á skapandi fyrireikingarbreytini, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinar á hægri stigi.

Meiri kunning

Glasir
 

Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul: