3 ár
August
1. juni, bæði fyri kvotu 1 og 2. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023
Umleið 15
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egið skapandi listaligt arbeiði.
Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum tann lesandi velur.
Áherðsla verður løgd á grundleggjandi vitan um list og listaligt arbeiði bæði ástøðiliga og verkliga. Frá byrjan verður arbeitt stigvíst við at menna førleikarnar at brúka ástøðiliga vitan í sjálvstøðugum listaligum arbeiði.
Tað eyðkennir útbúgvingina, at ástøði og verkligar royndir hanga saman. Í verkliga partinum verður lagt upp til verkætlanir, sum ganga tvørtur um hevdbundin mørk millum listagreinir. Tey, ið fáast við bæði ritlist og tónlist, hava møguleika at fylgja undirvísingini á báðum leiðum.
Útbúgvingin er sett saman av skeiðum, har tey lesandi partvís fylgja einum føstum pensum og partvís arbeiða við egnum verkum.
Fyrsta lestrarhálva er skipað í trý skeið, har av tvey umboða verkliga partin av útbúgvingini, og eitt umboðar ástøðiliga partin. Helvtin av verkligu undirvísingini fer fram í verkstovum, sum hava til endamáls at menna fakligu førleikarnar hjá teimum lesandi. Hin helvtin er egið arbeiði, har dentur verður lagdur á sjálvstøðuga skapanargongd. Eitt felagsskeið um almenna fagurfrøði myndar ástøðiliga triðingin av lestrarhálvuni.
Onnur og triðja lestrarhálva eru skipaðar eftir sama grundleggjandi leisti. Í verkstovunum verða nýggir arbeiðshættir royndir og viðgjørdir, meðan egna arbeiðið er beinleiðis framhald av arbeiðinum frá fyrstu lestrarhálvu. Í ástøðiliga partinum verða felagsskeið og serlig skeið fyri báðar leiðirnar.
Fjórða lestrarhálvan víkir frá fyrru lestrarhálvunum við tað, at listaliga arbeiðið í størri mun er grundað á listaligt samstarv millum studentarnar. Í staðin fyri verkstovur og egið arbeiði kemur eitt skeið í listaligum arbeiði, har studentarnir fáa eina felags uppgávu at loysa. Í ritlist fáa studentarnir til uppgávu at gera eitt tekstasavn við egnum tekstum. Í tónlist fáa studentarnir til uppgávu at gera eina tónleikaútgávu við egnum tónleikaverkum.
Fimtu lestrarhálvuna er møguligt at vera skiftislesandi á einum av útbúgvingarstovnunum uttanlands, sum útbúgvingin í listaligum arbeiði hevur avtalu við. Eisini er møguligt at fara í starvslæru í Føroyum ella uttanlands.
Sættu og seinastu lestrarhálvuna gera studentarnir endaliga verkætlan og ritgerð. Tveir triðingar av tíðini verða nýttir til endaligu verkætlanina, sum er eitt egið ritlista- ella tónlistaverk. Restin av tíðini er sett av til ritgerð, sum er knýtt at endaligu verkætlanini.
Egna arbeiðið gevur tí lesandi høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika. Bólka- og einstaklingaundirvísing eru karmur um greining og kjak av verkum hjá teimum lesandi. Tann lesandi fær ment sínar førleikar at fyrihalda seg kritiskt til egið listaligt virki og at geva øðrum grundaðan kritikk.
Ástøðiligi parturin fevnir um fyrilestrar og námsskeið í fagurfrøði, bókmentum, bókmentafrøði, tónleikasøgu og tónleikafrøði. Sum lesandi fært tú innlit í siðsøguna, sum myndar tína yrkisgrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at greina list úr skiftandi sjónarhornum.
Endaliga verkætlanin og ritgerði eru ætlaðar sum høvuðsinnihald í eini avriksmappu, sum skjalprógvar listaliga førleikan hjá tí lesandi mótvegis framtíðar arbeiðsgevarum og útbúgvingarstovnum. Úrslitið av verkætlanini er egið tónleika- ella bókmentaverk, meðan ritgerðin viðger verkið og skapanargongdina úr einum ástøðiligum sjónarhorni. Í báðum førum er vegleiðari knýttur at arbeiðinum.
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.
Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur á í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.
Útbúgvingin gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði, har ein í stóran mun myndar sína egnu yrkisleið.
Harumframt gevur útbúgvingin førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum, har nýskapan og hugflog eru eftirspurdir førleikar – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.
Eftir lokna útbúgving ber til at søkja inn á annan lærdan háskúla ella tónlistaskúla at fáa MA-prógv.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara, list@setur.fo, +298 292546. Í løtuni avloysir Lív Maria Róadóttir Jæger, livj@setur.fo, +298 292527.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya