2/4 ár
Óvist, men væntandi ber til aftur at søkja hesa útbúgving 1. mars 2025
Uml.20
Fultíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø Norðurlondum
Stakgreinar: 200 DKK/ECTS
At nøkta tørvin á høgt útbúnum starvsfólki í KT-vinnuni og at geva grundarlag fyri framtíðar KT-gransking á ph.d-stigi. M.Sc. í Dátuvísindum byggir víðari á førleikarnar givnir í B.Sc. í KT-verkfrøði og útbýr serfrøðingar til KT-vinnuna og gransking.
Høvuðsdenturin í útbúgvingini er lagdur á serútbúgving innan KT til dátugreining og tilgjørt vit (AI), umframt at masterskeið eisini vera í tólnet (IoT) og dátutrygd. Vanligastu forritanarmálini í útbúgvingini vera Python og R, umframt møguliga onnur mál. Útbúgvingin hevur kravd skeið (60 ects), valskeið/verkætlanir (30 ects) og eina masterverkætlan (30 ects). Valskeið/verkætlanir kunna takast á Fróðskaparsetrinum, í samstarvi við KT-vinnuna, og/ella í samstarvi við onnur universitet (t.d. DTU) við undangóðkenning frá Fróðskaparsetri Føroya. Valskeið kunna takast innan dátugreining og tilgjørt vit, ella innan aðrar sergreinar, sum til dømis framhaldsskeið innan: forritan, tólnet ella KT-trygd.
1. árshálva |
2. árshálva |
3. árshálva |
4. árshálva |
---|---|---|---|
Innleiðing í 7,5 ECTS |
Dátugrunnatøkni til stórdátur 7,5 ECTS |
Støddfrøði - grundarlag til tilgjørt vit 7,5 ECTS |
Tólnet og 5G 7,5 ECTS |
Hagfrøðilig læring 7,5 ECTS |
Maskinlæring 7,5 ECTS
|
Dátutrygd 7,5 ECTS |
Djúp læring 7,5 ECTS |
5. árshálva |
6. árshálva |
7. árshálva |
8. árshálva |
---|---|---|---|
Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS |
Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS |
MSc-verkætlan
|
MSc-verkætlan |
Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS |
Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS |
MSc-verkætlan
|
MSc-verkætlan 30 ECTS |
Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini. Valskeið kunnu takast í Føroyum ella uttanlands. Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.
Skipan av útbúgvingini
Høvuðsdenturin í útbúgvingini er lagdur á serútbúgving í KT til dátugreining, tilgjørt vit og tólnet, umframt at møguleiki eisini verður at serútbúgva seg á øðrum økjum, so sum forritan og menning av tryggum KT-skipanum (KT-trygd).
Innihald
Við innleiðandi skeiðum í tilgjørdum viti (AI/TV) og í stødd- og hagfrøði verða fortreytirnar hjá øllum lesandi dagførdar. Lesandi, sum ikki hava tikið B.Sc. í KT-verkfrøði, kunna eisini fáa bjóðað ávís skeið úr B.Sc. í KT-verkfrøði-útbúgvingini. 30 ECTS av útbúgvingini eru valskeið, sum eisini kunna takast uttanlands á t.d. Danmarks Tekniske Universitet.
Dentur verður lagdur á nýggjastu KT-evni (AI, IoT, Security) og menning av tryggum og vælvirkandi KT-skipanum, sum geva góðar vinnumøguleikar í framtíðar KT-vinnu og samfelagsfyrisiting. Vanligastu forritanarmálini vera Python og R til dátuvísindi, umframt onnur mál til forritan og rakstur av KT-skipanum.
Útbúgvingin er í 2023 skipað sum parttíðarlestur og kann takast uppá 4 ár.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bachelorprógv í: 1) KT-verkfrøði ella teldufrøði; 2) aðrari KT-útbúgving ella 3) aðrari útbúgving í t.d., verkfrøði, støddfrøði, hagfrøði, alisfrøði, evnafrøði ella lívfrøði. Grundleggjandi kunnleiki innan stødd- og hagfrøði, og innleiðandi forritan er neyðugur. Royndir innan KT er ein fyrimunur. Allar umsóknir verða viðgjørdar eftir nærri meting, tá tað ræður um fortreytir og tøk lestrarpláss. Góðir førleikar í enskum máli eru neyðugir.
Viðmældar fortreytir
Fyri umsøkjarar við manglandi fortreytum er viðmælt at fyrireika seg við stakskeiðum, t.d. taka minst: 10 ects í støddfrøði, 5 ects í hagfrøði (helst við R), og 5 ects í innleiðandi forritan (helst við Python). Sum stakskeið úr KT-verkfrøði er viðmælt at taka skeiðini: Diskret støddfrøði, Lin. Algebra fyri KT-verkfrøðingar, Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio, Innleiðandi forritan við Python. Annars, ynskiligt at taka tvey ella fleiri av hesum skeiðum eisini: Teldunetverk og datasamskifti, Databasur og SQL, Objektrættað forritan við Java 1, Innleiðing til Web-skipanir, Algoritmur og datustrukturar, Stýriskipanir ella Linux-skipanir, KT-trygd. Tilsvarandi stakskeið kunna eisini takast úr øðrum útbúgvingum.
Framtíðarmøguleikar
Fjølbroyttir vinnumøguleikar eru í KT-vinnuni, á almennum stovnum og innan gransking:
M.Sc. í Dátuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya kann (treytað av fígging) geva atgongd til granskaraútbúgving (PhD) innan KT í Føroyum ella uttanlands.
Framhaldandi útbúgving
M.Sc. í Dátuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya kann (treytað av fígging) geva atgongd til granskaraútbúgving (ph.d.) í KT í Føroyum ella uttanlands.
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Náttúruvísindadeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til útbúgvingarleiðaran, Hannes Gislason: hannesg@setur.fo