3 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 20
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at tann lesandi fær eina fjølbroytta vitan og innlit í søgulig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.
Á hesi útbúgvingini lærir tú um søguvísindaligt arbeiðslag, føroyska søgu og alheimssøgu, altjóða politikk og modernitet og um smátjóðir í danska ríkinum. Útbúgvingin er fyri tey, sum hava áhuga fyri søgu við serligum atliti at smátjóðum og teirra avbjóðingum.
Útbúgvingin eru tvørvísindalig, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring. Tú kemur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir harafturat sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan, hetta ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinarnar í ávísan mun eru tær somu sum í Politikki og umsiting og Sosialvísindum.
• Fyrsta lestrarár er skipað við grundskeiðum í vísindaástøði, søguvísindaligum háttaløg
• Næsta lestrarár er problemorienterað prosjektarbeiði
• Triðja lestrarár er høvðusritgerð
Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.
Undirvíst verður m.a. um:
• søguvísindaligt arbeiðslag
• føroyska søgu og alheimssøgu
• altjóða politikk og modernitet
• arkivkunnleika
• smátjóðir í danska ríkinum
Útbúgvingin endar við eini BA-ritgerð.
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva | 5. lestrarhálva | 6. lestrarhálva |
Sosiologi og mentan 10 ECTS |
Nýggjari føroysk søga
10 ECTS |
Vallærugrein
10 ECTS |
Nýggjari heimssøga 10ECTS |
Eldri heimssøga 10 ECTS |
Vallærugrein 10 ECTS |
Grundskeið í stjórnmála- 10 ECTS |
Vallærugrein 10 ECTS |
Politisk ástøði 10 ECTS |
Arkiv 10 ECTS |
Eldri føroysk søga 10 ECTS |
Bachelor- 20 ECTS |
Vísindaástøði og háttaløg
10 ECTS |
Ritgerð I
10 ECTS |
Grundskeið í 10 ECTS |
Ritgerð II 10 ECTS |
Evnisøki 10 ECTS |
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Starvsmøguleikar eru innan ymisk øki har arbeitt verður við avbjóðingum hjá smátjóðum.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á kandidat ella masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Erling Isholm, útbúgvingarleiðara, erlingi@setur.fo, +298 292590.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.