Søk um upptøku her
Lestrartíð:

Verður lagað til næmingin 3 mðr.-2 ár

Skúlabyrjan:

Alt eftir nær tøkt pláss er

Umsóknarfreist:

Til ber at søkja alt árið. Upptøkuviðgerð til verkskúlan er u.l. 3 ferðir um árið

Tal av upptiknum næmingum:

15 á Hjalla og 5 á Kambsdali

Útbúgvingarstovnur: Dugni
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Kambsdalur

Dugni - Verkskúli

Á verkskúlanum verður strembað eftir at hava ein arbeiðsdag sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Møguleiki er fyri at royna tíni arbeiðsevnir á øllum okkara deildum á Hjalla og á Kambsdali.

Endamálið við verkskúlanum er at royna og venja arbeiðsevnini og at meta um og byggja á tínar styrkir og møguleikar. 

Um útbúgvingina

Vit framleiða ymiskt, sum kann seljast í okkara handlum, ella sum er umbiðið av kundum. Gjøgnum arbeiðið verður tú lærd/ur at nýta amboð, telduskipanir og tað, sum skal til fyri at framleiða vørurnar.

Á verkskúlanum á Hjalla eru fýra eindir, har næmingarnir kunnu royna seg: Tinghúsið, teldu­stovan, matstovan og træverkstaðurin.

Á bingjuplássinum hjá Tórshavnar Kommunu hevur Dugni eina bingju, har tikið verður móti møblum, leikum, súkklum og nógvum øðrum.
Á verkstaðnum aftanfyri í Tinghúsinum verða síðan gjørdar smáar ábøtur, og lutirnir verða vaskaðir ella reinsaðir, áðrenn alt verður sett fram til sølu í Tinghúsinum.
Á træverkstaðnum verður serliga arbeitt við at gagnnýta endurnýtslutilfarið frá bingjunum til ábøtur og umskapan. Verkstaðurin hevur eisini uppgávur við skipaðari koyring fyri kundar.
Á matstovuni fært tú roynt teg í at gera mat, at keypa inn og at gera ymiskar matskráir og alt innan kundatænastu. Tú fært uppgávur, sum hóska til tínar førleikar og áhugamál – altíð við vegleiðing og stuðli frá vegleiðara.

Á teldustovuni fært tú frálæru í at nýta teldu, internet, teldupost o.a. Eisini kanst tú royna ymiskar telduskráir, t.d. Indesign, Photoshop og Illustrator. Arbeiðið er fjølbroytt og umfatar eisini pakkiuppgávur, kopiering og skeriuppgávur. Á verkskúlanum á Hjalla er vanliga pláss fyri 15 næmingum.

Á Kambsdali eru fleiri verkstaðir, har næmingar kunnu royna seg: Endurnýtsluhandilin, máli­­verkstaðurin, seymistovan, polstriverkstaðurin, vaskiverkstaðurin og træverkstaðurin. Pláss er fyri 5 næmingum.

Arbeitt verður miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum at arbeiða. Hetta verður gjørt við støði í einstaka næminginum, tørvi og møguleikum. 

Vit bjóða arbeiðsroynd og arbeiðsgreining. Hvussu leingi eitt skeið varar, veldst um tann einstaka næmingin, hansara tørv og møguleikar. Oftast byrjar eitt skeið við trimum mánaða arbeiðsgreining, og endar við eini ráðlegging um, hvat tú vilt og hvat vit ráða til. Alt eftir hvørjum verkstaði tú arbeiðir á, og hvat tørvurin er, verður skipað fyri vegleiðing ella undirvísing í eitt nú hóskandi arbeiðsatburði, sjálvsmenning, kostvegleiðing o.ø.

Um vit ráða tær til at leingja verkskúlan, og tú vilt tað, fært tú høvi at royna teg í starvsvenjing á einum arbeiðsplássi, sum hóskar til tínar førleikar og ynskir um framtíðar arbeiðsøki.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønnannan.

Upptøkutreytir

Verkskúlin er eitt tilboð til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, ella tørv á at royna síni arbeiðsevni.

Til ber at søkja, hevur tú rørslutarn ella mildar persónligar, sinnisligar ella sosialar trupulleikar.
Dugni er ætlað fólkum í vinnuførum aldri og hevur einki tilboð til fólk við menningartarni.

Neyðugt er við endurbúgvingarjáttan frá Almannaverkinum.

Av tí at verkskúlin er snikkaður til eftir tørvinum hjá tí einstaka, eru ikki fastar upptøkufreistir. Upptøkuviðgerð til verkskúlan er umleið tríggjar ferðir um árið. Bíðitíðin kann lættliga gerast ½ ár, men kann eisini verða styttri.

Framtíðarmøguleikar

Á verkskúlanum fært tú møguleika at royna tínar handaligu førleikar og at búnast og mennast persónliga við tí endamáli at koma út á arbeiðsmarknaðin ella fara undir eina útbúgving.

Sam­starv verður tvørtur um deildirnar, so um tað er viðkomandi, hava næmingar á verk­skúlunum góðar møguleikar at fáa pláss á Skúlanum við Áir og umvent.

Meiri kunning

www.dugni.fo

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

Verður lagað til næmingin 3 mðr.-2 ár

Skúlabyrjan:

Alt eftir nær tøkt pláss er

Umsóknarfreist:

Til ber at søkja alt árið. Upptøkuviðgerð til verkskúlan er u.l. 3 ferðir um árið

Tal av upptiknum næmingum:

15 á Hjalla og 5 á Kambsdali

Útbúgvingarstovnur: Dugni
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Kambsdalur