Er tøkt her

Lestrartíð: Verður lagað til næmingin, t.d. ber til at taka 9. flokk yvir 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Til ber at søkja alt árið. Upptøkuviðgerð til skúlan er vanliga fyrst í apríl

Útbúgvingarstovnur
Dugni

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Fyrireiking til 9. flokk og 9. flokkur

Dugni - Skúli

Á skúlanum við Áir ber til at taka fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. floks prógv). Skúlin er til fólk, ið vegna ymiskar orsøkir ikki hava eitt fullfíggjað fólkaskúlaprógv ella tørva møguleikan at betra úrslitini í fráfaringarroyndini til tess at koma víðari í lestur ella læru.

Endamálið við skúlanum er at menna tínar fakligu og persónligu førleikar, so tú hevur møguleika at taka eitt 9. floks prógv og fara víðari í skúla ella í læru/arbeiði.

Um útbúgvingina

Møguleiki er at byrja í fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9. floks undirvísing, ella at byrja beinleiðis í 9. flokki.

Skúlatilboðini eru býtt upp í tveir flokkar; fyrireiking til 9. flokk og 9. flokk. Á henda hátt ber til at taka 9. flokk yvir 2 ár ella at betra um førleikar í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði, áðrenn byrjað verður upp á fulla tímatalvu í 9. flokki.

Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva næmingum grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar.

Eisini veitir skúlin hjálp at loysa persónligar avbjóðingar, so næmingarnir gerast førir fyri at læra og halda fram í 9. flokki (fráfaringarroynd fólkaskúlans).

Arbeitt verður við førleikameting og at stuðla næmingum víðari í hóskandi útbúgvingartilboð eftir fyrireiking til 9. flokk ella 9. floks próvtøkurnar.

Á skúlanum verður dentur lagdur á, at fortreytin fyri at fáa fólk at samstarva og menna sínar førleikar er at viðurkenna tey fyri tað, tey eru, og tí viðurkennir dugni ymiskleika. Øll fólk hava evni til at taka støðu viðvíkjandi sær sjálvum og evni til at finna og menna sína styrki. Tí verður hetta arbeiðið gjørt í samstarvi við hvønn einstakan.

Skúlin kann testa fyri orðblindi og veita lesi-,skrivi- og rokniveikum undirvísing.
Skúlaárið endar við fráfaringarroynd fólkaskúlans í mai og juni.
Á skúlanum er vanliga pláss fyri 32 næmingum. Pláss er fyri 8 fólkum at búgva á skúlanum.

Átta næmingar kunnu búgva á skúlanum. Tey, sum búgva á kostdeildini, gjalda 1.200 kr. fyri kamarið og 800 kr. fyri mat um mánaðin.

Fólk í koyristóli kunnu lættliga koyra inn frá vegnum og inni á skúlanum. Skúlin hevur wc til rørslutarnað fólk, og lyfta er millum báðar hæddirnar, so tað lættliga ber til at flyta seg frá skúlastovunum til kømrini. Kømrini eru hóskandi til fólk við rørslutarni.

Upptøkutreytir

Ert tú yvir 18 ár og hevur tørv á 9. floks prógvi - ella hevur tørv á at betra títt 9. floks prógv, ert tú vælkomin at søkja inn á skúlan. 

Til ber at søkja, hevur tú rørslutarn ella mildar persónligar, sinnisligar ella sosialar trupulleikar. Skúlin hevur einki tilboð til fólk við menningartarni.

Framtíðarmøguleikar

Skúlin strembar eftir at menna næmingarnar og sjálvsálit teirra, so at teir kunnu koma aftur í tær avbjóðingar, sum samfelagið býður, og at teir har kunnu kenna seg væl.

Endamálið er at koma út á arbeiðsmarknaðin ella fara undir framhaldsútbúgving.

Meiri kunning

Dugni – www.dugni.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: Verður lagað til næmingin, t.d. ber til at taka 9. flokk yvir 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Til ber at søkja alt árið. Upptøkuviðgerð til skúlan er vanliga fyrst í apríl

Útbúgvingarstovnur Dugni

Lestrarstuðul:

Fylg okkum