4 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 35
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi yrkisførleika til eftir lokna útbúgving at virka sum námsfrøðingur á barnaansingar-, frítíðar- og á serøkinum.
Tey lesandi skulu læra at virka og samstarv um heildarmenning av menniskjanum.
Fyrstu tvey lestrarárini á útbúgvingini byrja við grundfakum. 3. og 4. lestrarárið er bygt upp við linjulestur, har tann lesandi skal lesa tríggjar linjur. Møguleiki er at taka lesa eina linju uttanlands. Í seinnu helvt av 4. lestrarári verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.
Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.
1. lestrarár er skipað við undirvísing í grundfakum, har ymisk vitanarøki innan menning, námsfrøði, námsfrøðiligari sálarfrøði og sosialisering í sambandi við børn og ung eru á skránni. Eisini verður undirvíst í vísindaástøði og í lívsáskoaðn og siðalæru. Harumframt verður undirvíst í grundleggjandi føroyskum kunnaleika.
2. lestrarár er savnað um ávís kjarnaøki. Fyrra hálvárið er savnað um serøkið, seinna hálvárið um skeiðini 1) barna- og ungdómsmentan, 2) kreativt námsfrøðiligt virksemi, 3) málmenning og mentan og 4) menniskja, stovnur og samfelag.
3. og 4. lestrarár eru linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki.
Tann lesandi skal velja 3 av 6 møguligum linjum, sum eru:
Á trimum av omanfyri nevndu linjunum, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling og námsfrøðiligari leiðslu, er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.
Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.
1.árið |
2.árið | 3.árið | 4.árið |
Líváskoðan og siðalæra |
Málmenning |
1. linjuval |
2. linjuval |
Føroyskt |
|
Starvslæra |
|
SVísindaástøði |
Barna- og ungdómsmentan |
|
|
Námsfrøðilig sálarfrøði |
Kreativt námsfrøðiligt virksemi |
3. linjuval |
|
Námsfrøði og didaktik |
Menniskja, stovnur og samfelag |
|
B.ED. ritgerðin |
Námsfrøði og didaktik |
Sernámsfrøði |
|
|
Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku.
Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara.
Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga. Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.
Til at verða upptikin at lesa námsfrøði á bachelorstigi krevst bókligt (gymnasialt) miðnámsprógv.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á nógvum økjum innan serøkið.
Sum B.Ed. hevur tú eitt fakligt grundarlag til master- ella kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið og á øðrum økjum.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda til lestrarvegleiðaran Paulinu Poulsen, paulinap@setur.fo, +298 299414 ella til Anniku Antoniussen, útbúgvingarleiðara, annikaa@setur.fo, +298 299429.
Les meiri her.