ECTS er stytting fyri European Credit Transfer System, sum er eitt evropeiskt mát fyri arbeiðsbyrðuna í eini útbúgving ella skeið.
ECTS ger tað lættari hjá útbúgvingarstovnum í ymsu evropeisku londunum at viðurkenna lesnaðin hjá teimum lesandi í einum øðrum landi.
Men ECTS lýsa eisini arbeiðsbyrðuna á modulum ella lærugreinum. Eitt ECTS svarar til 25–30 arbeiðstímar. Tekur tú sostatt eitt modul ella eina lærugrein, sum telur 10 ECTS, eigur tú at nýta millum 250–300 tímar til modulið - undirvísing, lestur, uppgávur og próvtøku.
Í evropeiskum høpi merkir tað, at ein fulltíðarlesandi væntandi hevur millum 1.500 og 1.800 tímar í arbeiðsbyrðu eitt lestrarár fyri at kunna røkka málunum fyri útbúgvingini.
ECTS stigini verða nýtt til at vísa, hvussu nógv hvør einstøk námsgrein telur. 60 ECTS verða kravd fyri at standa eitt lestrarár.
Til at standa eina lestrarhálvu er neyðugt við til samans 30 ECTS-stigum. Fylgir tú 6 námsgreinum, sum hvør telur 10 ECTS stig, eitt lestrarár, hevur tú 60 stig til samans og hevur tí staðið lestrarárið. Fylgir tú 5 námsgreinum, ið hvør telur 10 ECTS-stig, hevur tú 50 ECTS-stig samantalt. Tú fært í hesum føri ikki góðskrivað eitt heilt lestrarár, tí tey seinastu 10 ECTS-stigini mangla.
Vilt tú hava rætt til at nevna teg bachelor, skalt tú lesa í til samans trý ár og standa skeið, ið geva til samans 180 ECTS-stig. Tað er 60 stig fyri hvørt árið. Masterútbúgving krevur samantalt 120 stig. Munurin á stigatølunum á ymsu skeiðunum gevur eina ábending um bæði innihald og longd á skeiðnum.
Próvtalið 12 í próvtalsstiganum svarar til A á ECTS-stiganum.
Próvtalið 10 í próvtalsstiganum svarar til B á ECTS-stiganum.
Próvtalið 7 í próvtalsstiganum svarar til C á ECTS-stiganum.
Próvtalið 4 í próvtalsstiganum svarar til D á ECTS-stiganum.
Próvtalið 02 í próvtalsstiganum svarar til E á ECTS-stiganum.
Próvtalið 00 í próvtalsstiganum svarar til Fx á ECTS-stiganum.
Próvtalið -3 í próvtalsstiganum svarar til F á ECTS-stiganum.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum