Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár sum parttíðar lestur

Skúlabyrjan:

September og februar

Umsóknarfreist:

Mai og november
Nýggjur flokkur byrjar annað hvørt ár. Næstu ferð flokkur byrjar er í august 2022.
Gerast skal vart við, at tú kanst byrja útbúgvingina, uttan at vera í ávísum flokki.
Til ber tá, at søkja innan freistirnar.

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Danmark
ECTS: 60
Lestrarkostnaður:

úr kr. 63.000. Upphæddin er tengd at lærugreinunum, sum næmingurin velir: 15 ECTS lærugreinar kst. 15.750, 10 ECTS kst. kr. 10.500, 5 ECTS kst. kr. 5.250. Harumframt er eitt tænastugjald til Glasir uppá kr. 6.000.

HD 2. partur

Endamálið við útbúgvingini er at geva førleikar innan leiðslu, fyriskipan og búskap til verandi og komandi leiðarar, so tú fært møguleikan afturat tínum vinnuroyndum at fáa eina ástøðiliga útbúgving.

Um útbúgvingina

HD 2. partur verður á Glasi boðin út sum fjarlestur í samstarvi við Århus Universitet. Útbúgvingin verður boðin út av Århus Universitet og verður tú tá lesandi við Århus Universitet. 

Á HD 2. part velur tú sergrein innan t.d. t.d. roknskap og búskaparstýring, marketing management og fíggarliga ráðgeving.

Skipan av útbúgvingini

HD er skipað sum parttíðarútbúgving í ein 1. part og 2. part. HD 1. partur gevur tær eitt vinnubúskaparligt grundstøði, sum gevur tær førleikar til at verða tikin upp til 2. part.

Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinirnar ‘Roknskapur og Búskaparstýring’, ‘Marketing management’ ella ‘Fíggjarlig ráðgeving’ sum fjarlestur við Århus Universitet.

Eisini velur tú tvær vallærugreinar, og útbúgvingin endar við høvuðsritgerð.

Fjarlestrartilboðið fevnir um tær tænastur, sum Århus Universitet bjóðar umvegis internet og aðrar miðlar, umframt at Glasir bjóðar hølir, tøkniliga- og aðra hjálp til endamálið.

Nærum allar lærugreinirnar hava frálæru umvegis internetið soleiðis at til ber at fylgja undirvísingina t.d. heimanífrá ella frá arbeiðsstaðnum. Til eina av lærugreinunum er undirvísingin skipað sum videoráðstevna, har næmingarnar fylgja undirvísingini frá hølum á Glasi. 

Upptøkutreytir

Upptøka á HD er í samstarvi við Århus Universitet Lesandi søkja inn á HD 2. part umvegis Århus Universitet sum fjarlesandi úr Føroyum og taka próvtøkurnar á Glasi.

Til at verða upptikin á HD 2. parti krevst ein av hesum útbúgvingum:

a) HD 1. partur
b) HA
c) Marknaðarøkonom
d) Fíggjarbúskaparfrøði
e) Akademiútbúgving (breytirnar Altjóða handil og marknaðarførsla, Búskapur og tilfeingi ella Fíggjarlig ráðgeving – við serstakari samanseting).

Framtíðar starvmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Framhaldandi lestur

Útbúgvingin gevur tær møguleika fyri framhaldsútbúgving á masterstigi. Somuleiðis er møguleiki at taka cand.merc., sum tó krevur, at tú samstundis tekur ískoytismodul.

Meiri kunning

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina ber til lesa um útbúgvingina á Århus School of Business and Social Sciences á Århus Universiteti her og at lesa námsætlanina her.

Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.

Tú kanst eisini venda tær til Finn Jensen, dekan á +298 786663, fje@glasir.fo ella til lestrarvegleiðingina her.

Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár sum parttíðar lestur

Skúlabyrjan:

September og februar

Umsóknarfreist:

Mai og november
Nýggjur flokkur byrjar annað hvørt ár. Næstu ferð flokkur byrjar er í august 2022.
Gerast skal vart við, at tú kanst byrja útbúgvingina, uttan at vera í ávísum flokki.
Til ber tá, at søkja innan freistirnar.

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Danmark
ECTS: 60
Lestrarkostnaður:

úr kr. 63.000. Upphæddin er tengd at lærugreinunum, sum næmingurin velir: 15 ECTS lærugreinar kst. 15.750, 10 ECTS kst. kr. 10.500, 5 ECTS kst. kr. 5.250. Harumframt er eitt tænastugjald til Glasir uppá kr. 6.000.