Sum skipari hevur tú evsta myndugleika umborð og hevur m.a. ábyrgdina av at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipsrakstur verða framd sambært lóggávu. Tú hevur eisini ábyrgd av arbeiðsumhvørvi og trygdarviðurskiftum umborð, og at skipið kemur trygt fram í reinum havumhvørvi.
Endamálið við skiparaútbúgvingini er at geva tí lesandi førleika til at arbeiða sum stýrimaður á fiskiskipum á øllum høvum, skipari á fiskiskipum á øllum høvum aftaná lokna siglingartíð sum stýrimaður á fiskiskipi, stýrimaður á handilsskipum upp til 3000 BT á øllum høvum og skipari á handilsskipum upp til 3000 BT á øllum høvum aftaná lokna siglingartíð sum stýrimaður á handilsskipum.
Útbúgvingarætlanin verður løgd soleiðis til rættis, at útbúni skiparin skal:
1) lúka STCW 95 konventiónina, soleiðis at útskrivast kunnu loyvi samsvarandi kapittul II/2 í konventiónini fyri stýrimenn og skiparar á skipum upp til 3000 BT,
2) lúka STCW-F konventiónina, soleiðis at útskrivast kunnu loyvi samsvarandi kapitul II reglu 1 og 2 í konventiónini fyri stýrimenn og skiparar á fiskiskipum,
3) kunna luttaka í trygdar- og umhvørvistilbúgvingini á minni skipum, og eftir verkligar royndir sum stýrimaður verða førur fyri at taka ábyrgdina av henni,
4) hava ment evnini at samstarva og átaka sær ábyrgd av leiðsluuppgávum, ið eru knýttar at starvinum sum yvirmaður á smærri skipum,
5) hava kunnleika til, hvussu smærri skip eru bygd og útgjørd og til siglingarfrøðiliga og maskintøkniliga arbeiðið umborð.
Treytirnar fyri upptøku eru annaðhvørt:
● Fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi, við próvtalinum 6 (02 eftir nýggja próvtalsstiganum) í føroyskum, donskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði og
● 18 mánaða siglingartíð til samans við skipum yvir 20 BT. Hevur tú tikið grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara (1/2 ár), so krevst 9 mánaðar siglingartíð við skipum yvir 20 BT og
ella
● Sum aspirantur t.e. uttan 18 mðr. siglingartíð krevst miðnám við próvtalinum 6/02 á C støði í føroyskum og enskum á B-støði í alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði. Skúlin skipar fyri ávíkavist sigling og skúlagongd. Hesi lesandi fáa neyðugu siglingartíð, 12 mánaðir, meðan lisið verður til skipara. Skúlin leggur til rættis teirra sigling við skipum, sum skúlin hevur avtalu við. Eftir lokið skiparaprógv hevur tú neyðugu siglingartíðina.
Bæði við og uttan siglingartíð krevst harafturat góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár.
Aspirantar verða bert upptiknir á Vinnuháskúlanum í Tórshavn.
Skiparaútbúgvingin gevur førleika til at vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur skiparaprógv rætt til at vera skipari á handilsskipum upp til 3000 BT og annars stýrimaður á øllum handilsskipum.
Vinnuháskúlin – www.vh.fo
Tú kanst venda tær til Símun Poulsen, undirvísingarleiðara og lestrarvegleiðara, simun@vh.fo, 517220 ella til Karl Gregersen, undirvísingarleiðara og lestrarvegleiðara, karl@vh.fo, 787016.
Sjónám – www.sjonam.fo
Tú kanst venda tær til Boga Gardar, undirvísingarleiðara, bogi@sjonam.fo, tlf. 665888.