2-4 ár
August og februar á Glasi í Havn og á Miðnámi á Kambsdali
August og januar á Glasi í Havn og á Miðnámi á Kambsdali
Fyri hvørja lærugrein rinda lesandi kr. 4.500,- Fyri endaligu verkætlan, við háttalæru rinda lesandi kr. 6.000,- Umframt hetta eru kostnaðir til tilfar (bøkur v.m.)
Akademiútbúgvingin er ein hægri eftirútbúgving, sum byggir á miðnám og verkligar royndir hjá tí lesandi. Útbúgingin er skipað sum parttíðarlestur.
Útbúgvingin er væl egnað til teirra, sum hava tikið yrkisrættað miðnám, eitt nú skrivstovu- og handilslærlingar. Akademiútbúgvingin er eisini eitt gott alternativ til tey, sum hava gymnasialt miðnám, og sum ynskja sær eina hægri viðkomandi útbúgving, uttan at skula ganga í skúla fulla tíð.
Til ber til at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modul. Útbúgvingin er smidlig og kann tískil lagast til títt starv, tíni ynski og tín tørv. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina.
Útbúgvingin fevnir um 5 lærugreinar og endaliga verkætlan.
Glasir bjóðar 3 breytir á útbúgvingini í løtuni:
Akademiútbúgvingin í Sølu og marknaðarførslu er til tín, ið starvast innan sølu og marknaðarførslu. Útbúgvingin gevur tær innlit í, hvat hendir á marknaðinum og tú fært amboð, ið kunnu seta ferð á eftirspurningin eftir vørum og tænastum bæði á heimamarknaðinum og á globala marknaðinum. Útbúgvingin fevnir um tríggjar kravdar lærugreinir, tvær vallærugreinir og eina endaliga verkætlan. sí myndina niðanfyri:
Trýggjar kravdar lærugreinir | Tvær lærugreinir | Endalig verkætlan | AÚ í Sølu og marknaðarførslu |
Marknaðarkunning og greining Marknaðarstrategi og virkismenning Marknaðarætlan og samráðing |
20 ECTS
Av hesum 20 ECTS innan merknatila øki
og í mesta lagi 15 ECTS frá øðrum fakøki |
10 ECTS | 60 ECTS |
Á breytini Søla og marknaðarførsla velir tú tvær vallærugreinir. Minst ein vallærugrein skal vera innan merkantila økið, og í mesta lagi ein lærugrein frá øðrum fakøki.
Vallærugreinir á breytini eru: søluleiðsla, sølusálarfrøði, vinnulívsrættur, útflutningur og altjóðagerð, altjóða samskifti og marknaður- og mentanargreining.
Akademiútbúgvingin í Búskapi og tilfeingi er til tín, ið starvast innan búskap og logistikk. Útbúgvingin gevur tær innlit í búskapin í virkinum, og hvussu tilfeingið í virkinum kann lagast til virksemið. Útbúgvingin fevnir um tvær kravdar lærugreinir, tríggjar vallærugreinar og eina endaliga verkætlan.
Tvær kravdar lærugreinir | Tvær vallærugreinir | Endalig verkætlan | AÚ í búskapi og tilfeingi |
Vinnubúskapur Búskaparstýring í verki |
30 ECTS av hesum 20 ECTS innan merkantila øki og í mesta lagi 10 ECTS frá øðrum fakøki |
10 ECTS | 60 ECTS |
Tá ið tú hevur tikið kravdu lærugreinir Vinnubúskap og Búskaparstýring í verki, hevur tú møguleika at velja ímillum fleiri vallærugreinir innan merkantila økið. Harafturat hevur tú møguleika at velja eina lærugrein innan annað fakøki. Minst tvær av vallærugreinunum skulu vera innan merkantila økið, og í mesta lagi ein lærugrein frá øðrum fakøki.
Vallærugreinir á breytini eru: altjóða búskapur, hagfrøði og rokniark til búskaparstýring og ársfrásøgn og roknskapargreining.
Akademiútbúgvingin í Leiðslu er til verandi og komandi leiðarar og fevnir m.a. um starvsfólkaleiðslu, verkætlanarleiðslu, toymisleiðslu og broytingarleiðslu. Útbúgvingin er fyri teg, ið hevur áhuga í at fáa leiðsluamboð og innlit í leiðslu, samstarv og samskifti. Á breytini AÚ í Leiðslu eru tríggjar kravdar lærugreinir: fyriskipan og starvssálarfrøði, leiðsla í verki og Strategiskur leiðaraskapur. Harafturat eru tvær vallærugreinir og ein endalig verkætlan.
Tríggjar kravdar lærugreinir | Tvær vallærugreinir | Endalig verkætlan | ÁÚ í leiðslu |
Leiðsla í verki Fyriskipan og starvssálarfrøði Strategiskur leiðaraskapur |
20ECTS av hesum 10ECTS innan merkantila øki og í mesta lagi 10 ECTS fr´aøðrum fakøki |
10 ECTS | 60 ECTS |
Á breytini AÚ í Leiðslu skalt tú velja tvær vallærugreinir. Onnur av vallærugreinunum skal vera innan breytina, meðan hin vallærugreinin kann veljast millum allar lærugreinir innan merkantila økið. Vallærugreinir innan breytina eru m.a. HRM og Broytingarleiðsla.
Les um vællærugreinar, sum verða bjóðaðar út á Glasi her
Bjóðar Glasir ikki lærugreinir, sum tú hevur tørv á, ber til at taka lærugreinir á fjarlestri.
Les um hvørjar lærugreinar Miðnám á Kambsdali bjóðar út her
Treytir fyri upptøku eru:
1. Ein av hesum útbúgvingum:
a) FHS við lærutíð ella
b) onnur grundútbúgving fyri vaksin ella
c) miðnámsútbúgving ella
d) aðra viðkomandi útbúgving, ið svarar til eina av teimum nevndu og
2. Tvey ára viðkomandi vinnulívsroyndir.
Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.
Eftir lokna akademiútbúgving kanst tú taka framhaldsútbúgving á diplomstigi t.d. diplomútbúgving í leiðslu, sum Glasir bjóðar.
Við serligari lærugreinasamanseting hava lesandi við akademiútbúgving møguleika at lesa HD 2. part. Les meiri um treyt fyri upptøku at lesa HD 2. part her.
Námsætlanin til sølu og marknaðarførslu er her.
Námsætlanin til búskap og tilfeingi er her.
Námsætlanin til leiðslu er her.
Les meiri um Akademiútbúgvingina á Glasi her.
Les meiri um Akadademiútbúgvingina á Miðnám á Kambsdali her.