3 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2022
Umleið 12
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands.
Á hesi útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um lívfrøði, men við høvuðsdenti á mýlavísindi.
Tú lærir um hvussu mýl, so sum DNA, RNA og protein virka og samstarva í kyknum, og víðari hvussu kyknur virka og samstarva í organismum. Eisini verður t.d. undirvíst í, hvussu broytingar í DNA kunnu viðføra ílegutengdar sjúkur. Eisini verður undirvíst í, hvussu bakteriur virka og ávirka okkum, bæði jaligt og neiligt.
Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum hava lagað seg til umhvørvið og lívið í Føroyum.
Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna.
Útbúgvingin er skipað við fyrilestrum, starvsstovuarbeiði, evnislestri, lestrarvitjanum og egnum verkætlanum.
Fyrstu tvey árini hava lívfrøðiútbúgvingarnar felags undirvísing. Tær tvær lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í lívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.
Tað seinasta árið eru útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.
Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalinum.
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við:
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða innan ymisk arbeiðsøki t.d. í heiligvágsídnaðinum, í sjúkrahúsverkinum, á granskingarstovnum, sum vísindajournalistur og í undirvísing.
Sum B.Sc. í mylavísindum hevur tú grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi uttanlands.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo +298 292554.
Les meiri her.