Er tøkt her
Lestrartíð:

1 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

FHS Yrkisnám

Endamálið við útbúgvingini er at nema sær støðisútbúgving til at fara í læru innan handil, yænastu, skrivstovu og fyrisiting.

Við rættari samanseting av lærugreinum í FHS Yrkisnámi hevur tú eisini møguleika at fara inn á annað árið á búskaparbreytini, har tú eftir tveimum árum kanst taka eitt gymnasialt miðnámsprógv.

Um útbúgvingina

Á FHS verður dentur lagdur á handil og vinnu, har lærir tú um marknaðarførslu, tænastuveiting og roknskap. Eisini er møguligt at læra dekoratión ella at stovna egna fyritøku. 

Við FHS-prógvi er lærutíðin innan skrivstovu ella handil 3 ár.

Við prógvi frá búskaparbreytini er lærutíðin innan skrivstovu og handil 2 ár, meðan hon er 2½ ár við hinum gymnasialu breytunum.

Um ein fer í læru uttan nakað miðnámsprógv, er lærutíðin 4 ár, og tá skalt tú taka FHS-prógv tey fyrstu trý árini av lærutíðini.

Skipan av útbúgvingini

FHS Yrkisnám er sett saman av yrkislærugreinum og almennum lærugreinum.

Flest allar lærugreinar á FHS enda við C stigi.

Eisini er møguleiki at velja tvær ella tríggjar lærugreinar úr vallærugreinayvirlitinum omanfyri. Velur tú støddfrøði C, skalt tú velja eina aðra vallærugrein, og hevur tú tá møguleika at halda á fram á øðrum ári á búskaparbreytini.

Velur tú ikki støddfrøði C, skalt tú velja 3 vallærugreinar, og hevur tú tá ikki møguleika at halda á fram á øðrum ári á búskaparbreytini. Grundin til, at tú bert kanst hava tvær vallærugreinar, um tú velur støddfrøði C er, at støddfrøði C er so stórt í vavi við útbúgvingartíð og næmingatíð og er líka arbeiðskrevjandi sum tvær av hinum lærugreinunum.

Kravdar lærugreinar Vallærugreinar
Føroyskt C Ítróttur og Heilsa C
Enskt C Dekoratión C
Sølubúskapur C Innovatión C
Virkisbúskapur C Forritan C
Samfelagsfrøði C  
Kunningartøkni C  
Støddfrøði C  
Lestrarmenning  

Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið eru týdningarmiklir partar av gerandisdegnum. Á FHS fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er fráfaringarroynd fólkaskúlans.  

Næmingar, sum fara í læru, og sum hava miðnámsútbúgving frammanundan, kunnu søkja inn á FHS Yrkisnám sum stakgreinalesandi/lærlingur.

Framhaldandi útbúgving 

Á FHS Yrkisnámi ber til at taka yrkisútbúgvingar innan: 

  • Heilsølu og smásøla 
  • Skrivstovuútbúgving við sergrein í fyrisiting

Tú kanst eisini søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini. Um tú vilt søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini, skalt tú hava FHS Yrkisnámsprógv við nóg góðum úrsliti og svarandi til førleika á C-stigi í øllum lærugreinum á fyrsta ári á búskaparbreytini. Ein treyt er, at tú tekur lærugreinina ítrótt og heilsu C, áðrenn tú fært prógv sum búskaparstudentur.

Harumframt kanst tú útbúgva teg innan skrivstovuyrkið við sergrein sum advokatskrivari, læknaskrivari, fyrisiting, almennari fyrisiting, í roknskapi og grannskoðan, umframt speditión og shipping. Við FHS -prógvi er lærutíðin 3 ár.

Meiri kunning

Glasir
Miðnám á Kambsdali
Minámsskúlin í Suðuroy

Er tøkt her
Lestrartíð:

1 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: