Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon Europe og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur Granskingarnevndin gjørt av at játta pening úr Granskingargrunninum at lata teimum, sum arbeiða ítøkiliga við umsóknum. Endamálið er at minka nakað um fíggjarligu íløgurnar hjá stovnunum.
Stovnur ella virki kann fáa upp til kr. 35.000 endurgoldnar fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðinum við einari umsókn. Stuðulin verður játtaður eftir umsókn so leingi játtan er tøk. Stuðul verður latin, tá ið fleiri partar luttaka í umsóknini, men stuðul verður ikki latin til einstaklinga umsókn.
Tak umsóknarblaðið niður her.
Hava fólk spurningar í sambandi við umsóknir, ber til at venda sær til Mariu Húsgarð, NCP samskipara á maria@gransking.fo ella á telefon +298 567802.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum