Er tøkt her

Lestrartíð: Umleið 2 1/2 ár
Skúlabyrjan: September
Umsóknarfreist: 1. august. Upptøka er aftur í 2019

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarkostnaður: kr. 72.000

Diplomútbúgving

Diplomútbúgving í leiðslu

Diplomútbúgving í leiðslu – stytt DLÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum vil førleikamenna teg fakliga og persónliga, samstundis sum tú røkir starv títt.

Útbúgvingin gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu, soleiðis at tú hevur betri førleikar at handfara avbjóðingar í starvinum sum leiðari í privatum virki ella á almennum stovni.

Um útbúgvingina

DIL tekur 2½ ár, um tú velur at taka alla útbúgvingina, men til ber at taka einstøk modul. Útbúgvingin er sett saman av kravdum modulum, har arbeitt verður við persónligu leiðsluni, við at leiða starvsfólk og við leiðslu, fyriskipan og strategi og trimum valmodulum, har tú kanst fáa innlit og velja sergrein á ávísum økjum.

Á Diplomútbúgvingini í leiðslu á Glasi verður m.a. dentur lagdur á:

  • at lærarar hava drúgvar royndir og viðkomandi royndir, her ímillum leiðsluroyndir, vitan og innlit í føroysk viðurskifti.
  • at arbeitt verður við cases og uppgávum, ið taka støði í viðurskiftum og trupulleikum í virkjum og á stovnum.
  • at gestalærarar hava drúgvar royndir í vinnulívinum og leiðslu
  • at lesnaðurin gevur tær innlit í bæði klassiska og nýmótans ástøði um leiðslu, fyriskipan og strategi.

Til ber at taka stakar lærugreinir ella alla útbúgvingina.

Kravdar lærugreinir
– persólig leiðsla 1 og 2 – 10 ECTS
– leiðsla og starvsfólk 1 og 2 – 10 ECTS
– leiðsla og fyriskipan 1 og 2 – 10 ECTS

Vallærugreinir
– 3 vallærugreinir – 5 ECTS
– høvuðsuppgáva – 15 ECTS

Útbúgvingin verður boðin út sum stakar lærugreinir. Hetta merkir, at tað ber til at taka eina ella fleiri lærugreinir eftir tørvi og ynskjum hjá tær – ella at taka alla útbúgvingina.

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og uppbygnaðin, ber til at lesa námsætlan (studieordning) ið tú finnur her.

Próvtøka

Próvtøka er í hvørjari einstakari lærugrein. Helvtin av kravdu lærugreinunum og vallærugreinirnar verða skipaðar við innanhýsis próvtøkum: Lesandi lata inn uppgávu, ið lærarin og ein innanhýsis próvdómari eftirmeta.

Hin helvtin av kravdu lærugreinunum og høvðusuppgávan verða eftirmett við uttanhýsis próvtøku: Lesandi lata inn uppgávu, ið verður eftirmett av lærara og uttanhýsis próvdómara.

Upptøkutreytir

Treytir fyri upptøku eru:
1. Ein av hesum útbúgvingum:
a) Styttri framhaldsútbúgving, t.d. marknaðarførslubúskap ella fíggjarbúskap
b) Akademiútbúgving (AÚ)
c) HD 1. part
d) Bachelorútbúgving
e) ella samsvarandi útbúgving og

2. Tvey ára viðkomandi vinnulívsroyndir.

Um umsøkjarin hevur veruligar førleikar (realkompetencur), ið verða góðkendar at svara til upptøkutreytirnar, er møguleiki at vera tikin inn á útbúgvingina. Umsøkjarin skal skjalprógva realkompetencurnar og verður støða tikin til møguliga atgongd í hvørjum einstøkum føri.

Um umsøkjarin ikki lýkur upptøkutreytirnar, men verður mettur at hava útbúgving, ið kann javnsetast við kravdu útbúgvingarnar, er møguligt at koma inn á útbúgvingina. Støða verður tikin til møguliga atgongd í hvørjum einstøkum føri.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi og gevur tær møguleika fyri framhaldsútbúgving á masterstigi.

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: Umleið 2 1/2 ár
Skúlabyrjan: September
Umsóknarfreist: 1. august. Upptøka er aftur í 2019

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum