2 ár
August
1. juli
Øll, ið lúka upptøkukrøvini
Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi fær grundarlag til at skilja og arbeiða greinandi við føroyskum máli og bókmentum sum samskiftismiðli, teknskipan og mentanarbera.
MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.
Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA.
MA í føroyskum er 120 ECTS. 80 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og fyrilestri, ið telja 40 ECTS.
Tey kravdu skeiðini til eina eina MA í Føroyskum eru hesi:
Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA.
Til ber eisini at taka samansett MA. Samansett MA er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði:
● BA-prógv, 3 ársverk (180 ECTS)
● Høvuðsritgerð, ½ ársverk (30 ECTS)
● Hjánám, 1½ ársverk (90 ECTS) í øðrum faki (Hjánám í føroyskum = 60 ECTS á BA-stigi og 30 ECTS á MA-stigi)
● Námsfrøði: Námsfrøðiligt skeið, sum setanarmyndugleikin (Mentamálaráðið ella skúlin, ið setur í starv) skipar fyri.
Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í 2 lærugreinum í miðnámsskúlunum.
Tað ber eisini at taka MA í føroyskum bókmentum og MA í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini sum stakgreinalesandi. Tá eru serligar upptøkutreytir galdandi.
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva |
---|---|---|---|
Staðarnavnafrøði |
Politiskt Samskifti |
Tvímæli |
MA ritgerð
|
Skaldskapur |
Ritverkið hjá Steinbjørn B. Jacobsen |
Mynd og orðlist í 20. øld |
|
Nútíðarføroyskt |
Merkingarfrøði |
Stuttsøgan í føroyskum bókmentum |
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.
Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Til at verða upptikin krevst lokið Bachelor prógv í føroyskum við:
Umsøkjarar við góðum BA-prógvi í øðrum málum og bókmentum kunnu verða upptiknir eftir hóskandi treytum, sum verða ásettar nærri í hvørjum einstøkum føri.
MA í føroyskum máli og bókmentum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar og málsligir ráðgevar.
M.A. í føroyskum gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.
Tú kanst venda tær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarisH@setur.fo.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.