2 ár
August
15. mars
Fyrireikingarbreytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir um fleiri evni.
Fyrireikingarbreytin er ein tvey ára gymnasial útbúgving, sum serliga er ætlað tær, ið hevur havt ein steðg frá skúlanum, men sum nú ert til reiðar at fara aftur á skúlabonk
Undirvísingin á fyrireikingarbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Størsti parturin er skipaður sum floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á fyrireikingarbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.
Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanligar á fyrireikingarbreytini.
Føroyskt A |
Enskt B |
Samfelagsfrøði C |
|
Søga A |
Religión C |
Ítróttur og heilsa C |
Støddfrøði C |
Á fyrireikingarbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar.
Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.
● Eitt byrjanarmál ella framhaldsmál á B-stigi (týskt, franskt, spanskt, russiskt o.t.) ella danskt á A-stigi
● Ein lærugrein, ið verður lyft frá C til B
● Ein náttúrulærugrein (alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði ella landafrøði) á C-stigi
● Ein listalærugrein (tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stigi.
Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:
Umsøkjarin skal hava lokið royndirnar í punkt 2 við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
Umsøkjarar til skpandi fyrireikingarbreytina, sum ikki lúka krøvini um upptøku verða kallaðir inn til upptøkusamrøðu á tí stovni, teir hava sett sum fyrsta breytaynski. Samrøðan er grundarlag undir avgerð útbúgvingarleiðarans um upptøku.
Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum.
Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.
Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.
Útbúgvingin gevur atgongd til at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn í útbúgvingum, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær.
Hetta kann t.d. hava við sær, at ein, ið hevur gingið á fyrireikingarbreytini, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinar á hægri stigi.
Glasir
Miðnám á Kambsdali
Klaksvíkar HF-skeið