Tú kanst fara á Musikkskúla miðnám, um tú ætlar tær at fara undir víðari lestur á musikkkonservatorium.
Gev gætur, at Musikkskúli miðnám gevur ikki eitt gymnasialt miðnámsprógv, men fyrireikar teg til upptøkuroynd á Musikkkonservatorium og gevur undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku.
Útbúgvingin er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14-25 ár - bæði klassiskt og rytmiskt.
Hugsanin er, at til ber at røkja annan skúla samstundis - ella at hava annað arbeiði við síðuna av. Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 9 tímar.
Útbúgvingin hevur sum endamál, at:
Undirvíst verður í klassiskum tónleiki, í rytmiskum tónleiki og tónleikaframleiðslu.
Ein høvuðslærugrein kann vera eitt ljóðføri, sangur, teori, lagskriving, framleiðsla, kompositión, hoyrilæra, tónleikasøga, musikkterapi og aðrar lærugreinir innan tónleikaøkið.
Kravdar hjálærugreinir kunnu vera klaver, teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur, samanspæl ella improvisatión.
Undirvísast kann í øðrum hjálærugreinum, tá ið útbúgvingarlig atlit krevja tað.
Tónleikaligar hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini kunnu vera samskipaðar við samsvarandi tónleikaligar lærugreinir í tónleiki á hástigi á gymnasialum miðnámsútbúgvingunum, fyri lesandi, ið ganga á báðum útbúgvingunum.
Sum vegleiðing, verður mett, at næmingur er áleið 6. stigi í Associated Board á ljóðføri sínum ella líknandi.
Næmingurin skal til upptøkuroynd. Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar.
Ársroyndir verða hildnar, og næmingurin skal prógva framstig.
Støðið er ájavnt donskum MGK-útbúgvingum.
Tú kanst fara á Musikkskúla miðnám, um tú ætlar tær at fara undir víðari lestur á musikkkonservatorium.
Gev gætur, at Musikkskúli miðnám gevur ikki eitt gymnasialt miðnámsprógv, men fyrireikar teg til upptøkuroynd á Musikkkonservatorium og gevur undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku.
Les meira her.
Faldari um Musikkskúla Miðnám er her
Tú kanst fáa vegleiðing her