4 ár
August
Sum kleinsmiður (fínsmiður) arbeiðir tú við metali. Í útbúgvingini lærir tú um ymisk sløg av metali, og hvussu tað kann formast.
Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til tær ymsu uppgávurnar. Undir útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at viðgera metal.
Tú lærir at gera tilskeringar í plátur og rør, at seta saman lutir, maskinur og innleggingar og at røkja framleiðslutól. Sum kleinsmiður lærir tú at viðgera yvirflatar og eftirviðgera metal og annað tilfar.
Tú lærir grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði, sum ger teg føran at virka sum handverkari í øllum smiðjuverkstøðum innan jarn og metal.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum kleinsmiður eru, at:
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:
Skúlagongdin fyri sergreinina kleinsmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 5 vikur.
Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur kleinsmiður.
Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
Vegleiðingar til lærlingar um yrkisútbúgvingar eru her.
Vegleiðingar til læurplássið um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir
Í læru sum smiður á MEST
Fríði Bisp, 26 ár
”Útbúgvingin snýr seg um alt innanfyri stál, rustfrítt og aluminium, t.d. at bukka rør, sveisa rør saman, boyggja plátur, klippa plátur, gera lúkur og hurðar. Alt innanfyri stál og skip. Útbúgvingin hjá mær fer fram á MEST skipasmiðjuni, har man arbeiðir í eitt tíðarskeið og so fer man í skúla nakrar vikur og kemur so aftur á arbeiðsplássið. Ein vanligur arbeiðsdagur er frá kl. 8-16.10. Meðan man er til arbeiðis, fær man lærlingaløn og tað fær mann eisini, meðan mann gongur í skúla.”
Hví skal ein velja hesa útbúgvingina?
”Tað er tí, her kann man fara víðari uppá nógvar mátar, t.d. kann man fara á maskinskúla og lesa víðari til maskinmeistara, sum arbeiðsmaður í oljuvinnuna ella arbeiða sum smiður. Tað eru nógvir møguleikar innanfyri hetta fakið sum stálskipasmiður.”