Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Øll, ið lúka upptøkukrøvini

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS

Master

Føroyskt mál og bókmentir

M.A.
Master of Arts in Faroese Language and Literature

Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi fær grundarlag til at skilja og arbeiða greinandi við føroyskum máli og bókmentum sum samskiftismiðli, teknskipan og mentanarbera. 

Um útbúgvingina

MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.

Skipan av útbúgvingini

Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA.

MA í føroyskum er 120 ECTS. 80 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og fyrilestri, ið telja 40 ECTS. 

Tey kravdu skeiðini til eina eina MA í Føroyskum eru hesi:

  • Skeið 80 ECTS
  • Høvuðsritgerð 40 ECTS

Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA.

Til ber eisini at taka samansett MA. Samansett MA er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði:

●       BA-prógv, 3 ársverk (180 ECTS)

●       Høvuðsritgerð, ½ ársverk (30 ECTS)

●       Hjánám, 1½ ársverk (90 ECTS) í øðrum faki (Hjánám í føroyskum = 60 ECTS á BA-stigi og 30 ECTS á MA-stigi)

●       Námsfrøði: Námsfrøðiligt skeið, sum setanarmyndugleikin (Mentamálaráðið ella skúlin, ið setur í starv) skipar fyri.

Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í 2 lærugreinum í miðnámsskúlunum.

Tað ber eisini at taka MA í føroyskum bókmentum og MA í føroyskum máli á Føroyamáls­deildini sum stakgreinalesandi. Tá eru serligar upptøkutreytir galdandi.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva 4. lestrarhálva

Staðarnavnafrøði
10 ECTS

Politiskt Samskifti
10 ECTS

Tvímæli
10 ECTS

 

 

 MA ritgerð
 40 ECTS

 

 

Skaldskapur
av mannamunni
uttan fyri roykstovuna
10 ECTS

Ritverkið hjá Steinbjørn B. Jacobsen
10 ECTS

Mynd og orðlist í 20. øld
10 ECTS

Nútíðarføroyskt
10 ECTS

Merkingarfrøði
10 ECTS

Stuttsøgan í føroyskum bókmentum
10 ECTS

Lærugreinarnar í yvirlitinum eru dømi frá undanfarnum lestrarhálvum og eru ymisk frá hálvu til hálvu.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst lokið Bachelor prógv í føroyskum við:

  • 5,8 eftir 7-talsstiganum ella 8 í miðal eftir 13-stiganum.

Umsøkjarar við góðum BA-prógvi í øðrum málum og bókmentum kunnu verða upptiknir eftir hóskandi treytum, sum verða ásettar nærri í hvørjum einstøkum føri.

Starvsmøguleikar

MA í føroyskum máli og bókmentum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar og málsligir ráðgevar.

Framhaldandi útbúgving

M.A. í føroyskum gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarisH@setur.fo.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Øll, ið lúka upptøkukrøvini

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS