Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Politikkur og umsiting

B.S.Sc.
Bachelor of Social Science in Politics and Administration

Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

Um útbúgvingina

Politikkur og umsiting er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, reguleraður og broyttur.

Á hesi útbúgvingini lærir tú um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg, tvørvísindi og verk­ætlanararbeiði, føroyskan og altjóða politikk, um stýrisskipanir, demokrati og vald, og um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður.

Undirvíst verður m.a í:

  • samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg
  • tvørvísindi og verkætlanararbeiði
  • føroyskan og altjóða politikk
  • stýrisskipanir, demokrati og vald
  • hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er tvørvísindalig, ið merkir, at arbeitt verður tvørtur um fakmørk, og at støði verður tikið støði í praktiskum søgu- og sam­felags­ligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.

Tú kemur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan, ikki minst gjøgnum verkætlanar­arbeiði.

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinarnar í ávísan mun eru tær somu sum í søgu og sosialvísindum og samfelagsplanlegging.

Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.​

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig
 

1.
lestrarhálva
(heysthálva)
2.
lestrarhálva
(várhálva)
3.
lestrarhálva
(heysthálva
4.
lestrarhálva
(várhálva)
5.
lestrarhálva
(heysthálva
6.
lestrarhálva
(várhálva)

Sosiologi og
mentan

10 ECTS

Føroysk nútíðarsøga

10 ECTS

Vallærugrein I

10 ECTS

Vallærugrein II

10 ECTS

Komparativur
politikkur 

10 ECTS

Altjóða
politikkur

10 ECTS

Stjórnmálafrøði

10 ECTS

Búskaparfrøði

10 ECTS

Politisk
ástøði og
idesøga 

10 ETCS

Háttalag II

10 ECTS

Fyrisitingarlóg

10ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði
og háttaløg

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Háttalag I 

10 ECTS

Ritgerð II

10 ECTS

Almennur politikkur og fyrisiting

10 ECTS

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Við útbúgving í politikki og umsiting kanst tú millum annað starvast innan: politikk, almenna umsiting, ella á privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin gevur atgond til framhaldandi lestur á kandidat ella masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, jensj@setur.fo, +298 292587.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS