Sum rørsmiður arbeiðir tú við nýgerð og røkir innleggingar í sethúsum, verksmiðjum og virkjum. Tú lærir at seta upp HVS-stýrisskipanir, oljuketlar og varandi orkuinleggingar og at vegleiða kundar.
Eisini lærir tú at gera samankomingar, tilskeringar og evna til skurð í plátum og rørum.
Tú lærir grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði, sum ger teg føran at virka sum handverkari í øllum smiðjuverkstøðum innan jarn og metal. Sum rørsmiður lærir tú at leggja til rættis og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum rørsmiður eru, at:
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:
Skúlagongdin fyri sergreinina kleinsmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 4 vikur.
Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur rørsmiður.
Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir