1½ ár
august
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 10
Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærari í miðnámsskúlum og at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyskt mál og føroyskar bókmentir samtíðarliga og søguliga.
Lokið hjánám kann vera partur av miðnámslæraraprógvi.
Tann málsligi parturin er samansettur av málsøguligum og samtíðarligum skeiðum, har
dentur verður lagdur á málsøgu, málbygnað
og sammeting við onnur norðurlendsk mál.
Í tí bókmentaliga partinum lærir tú um ymisk
tíðarskeið í bókmentasøguni við at lesa eldri
og yngri tekstir og at greina bókmentaligar
tekstir við støði í vísindaligum háttaløgum og
ástøðum. Tú fært innlit í hugsjónarlig rák og
ognar tær førleika at nýta hóskandi vísindalig
hugtøk.
Umframt málsligar og bókmentaligar lærugreinir fært tú skeið í vísindaástøði, samskifti
og fjølmiðlum.
Hjánámið er sett saman av 60 ECTS úr fyrra parti av BA-náminum og 30 ECTS av lestrarevnum á MA-stigi. Samansetingin av teimum 60 ECTS er treytað av, hvørt tín høvuðsgrein er hugvísindalig ella ikki.
Til ber eftir avtalu at fáa øðrvísi samanseting av hjánámi, um námið er partur av útbúgving á øðrum universiteti, sum krevur hetta.
Føroyamálsdeildin velur, hvørjum norðurlandamálum undirvíst verður í frá ferð til ferð.
Hugvísindalig høvuðsgrein | Ikki hugvísindalig høvuðsgrein |
Norrønt (10 ECTS) | Norrønt (10 ECTS) |
Bókamentagreining I (5 ECTS) | Bókamentagreining I (5 ECTS) |
Bókamentagreining II (5 ECTS) | Bókamentagreining II (5 ECTS) |
Bókmentasøga I (10ECTS) | Bókmentasøga I (10ECTS) |
Bókmentasøga II (10ECTS) | Bókmentasøga II (10ECTS) |
Ljóð- og formlæra (10 ECTS) | Ljóð- og formlæra (10 ECTS) |
Málsøga (8 ECTS) | Málsøga (8 ECTS) |
Eitt norðurlandamál (2 ECTS) | Eitt norðurlandamál (2 ECTS) |
Vísindaástøði (2 ECTS) |
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Til at verða upptikin krevst, at umsøkjarin hevur
staðið ella er innskrivaður til eitt høvuðsnám,
umframt at viðkomandi hevur staðið
føroyskt á A-stigi við í minsta lagi 5,8 eftir
7-talsstiganum ella 8 eftir 13-talsstiganum.
Hjánám í føroyskum gevur saman við eini høvuðsgrein møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærara. Harumframt eru starvsmøguleikar, har kunnleiki til móðurmál og bókmentir er neyðugur, t.d. innan miðlar og fyrisiting.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarish@setur.fo, +298 292533.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya.