Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS

Master

Samfelagsvísindi - masterlæra

M.S.Sc.
Master of Social Science

Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, samstundis er eisini fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær ein sjálvstøðugan fakligan profil.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur førleikar í at seta kritiskar spurningar, í gjølliga at greina ymisk samfelagsviðkomandi evni og at framleiða viðkomandi vitan innan sítt fakøki. Útbúgvingin tekur menniskjans samanspæl við samfelagsins strukturar og stovnar til viðgerðar, og hvussu intentionel samfelagslig menning skapast, hetta grundað í felags avgerðum og virðum.

Skipan av útbúgvingini

Nógv av samskiftinum fer fram á enskum og skandinaviskum máli, eisini uppgávuskriving.

Kravið um at vera til staðar á stovninum er hægri enn undir vanligum universitetslesnað.

Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á átstøði og metodu innan samfelagsvísindi. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi arbeiðir saman við øðrum lesandi og  verkætlan.

Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, arbeiðir tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í seminarvirksemi á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein ástøðilig og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við tilhoyrandi vegleiðing.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

Metodologi I

10 ECTS

 

Praksislæra/
phronetikum

25 ECTS

 

Fakskeið

10 ECTS

Uppihald á
útlendskum
universiteti

30 ECTS

Metodologi II

5 ECTS

Masterritgerð

30 ECTS

Masterlæru-
verkætlan

10 ECTS

   

 

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Eisini kunnu próvtøkur vera munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst Bachelor prógv í søgu ella samfelagsvísindi, har royndir við problemorientering og tvørvísindaligum arbeiði er ein fyrimunur.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingina gevur møguleikar at kunna starvast við leiðandi og analytiskum uppgávum innan bæði privata, almenna og sjálvbodna geiran.

Harumframt kann próvtakarin átaka sær miðlan av gransking og av granskingargrundaðari vitan, umframt kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar, eins væl og við ikki-serfrøðingar. Hann ella hon kann átaka sær greiningaruppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, her undir at finna væl grundaðar loysnir á kompleksar samfelagsligar avbjóðingar.

Framhaldandi útbúgving

Master í samfelagsvísindi gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo ella til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, erikah@setur.fo, tlf. 292597.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS