Skeiðsvirksemi Sjónáms er í stóran mun rættað móti sjófólki. Skeiðini eru tilrættarløgd samsvarandi STCW sáttmálanum um førleikakrøv til manning, sum gera tænastu um borð í skipum.
Sjónám skipar sjálvandi eisini fyri skeiðum til vinnuna á landi.
Eins og fyri maritimu útbúgvingarnar á stovninum fáa skeiðsluttakararnir undirvísing á høgum fakligum og kreativum støði.
Sjónám strembar eftir, at endurspegla ástøði við praktiskum royndum fyri at málsetningurin um at viðskiftafólk okkara verða búgvin at átaka sær uppgávur og skyldur í altjóða vinnu verður uppfyltur.
Sjónám er føroyskt tjóðarumboð í altjóða felagsskapinum hjá trygdarskúlum (IASST)
Sjónám er ISO 9001 góðkend frá 5 september 2008 - og Achilles góðkend í desember 2013.
Skeiðsætlanin hjá Sjónámi er her.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum