Við búskaparbreyt: 2 ár
Við aðrari miðnámsbreyt: 2 ár og 6 mðr.
Við FHS: 3 ár
Við 9. flokki: 4 ár
Læruplássið ásetir freistina
Skrivstovuútbúgving innan fyrisiting kann takast á Glasir. Allar aðrar skrivstovuútbúgvingar krevja danska skúlagongd.
Skrivstovuútbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og handilsliga arbeiðsøki. Tú lærir um samskifti, sølu og tænastu, fyrisiting, leitan eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtøl og búskap og ráðlegging o.a.
Tú lærir samskifti við viðskiftafólk, tað veri seg munnligt og skrivligt samskifti á føroyskum og á einum fremmandamáli, og at nýta KT til at loysa fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Skúlagongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið.
Skúlagongdin fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir.
Grundskeiðið er 40 vikur.
Høvuðsskeiðið er 7 vikur íroknað yrkisroynd. Undirvísingin í høvuðsskeiðnum fevnir um 6 vikur við hesum lærugreinum:
Almennu lærugreinarnar eru hesar:
Vallærugreinarnar eru hesar:
Fyri at kunna søkja, skalt tú í minsta lagi hava fylgt undirvísingini í fólkaskúlanum og 9. flokki, ella hava samsvarandi kunnleikastøði.
Ert tú 25 ár ella eldri og hevur í minsta lagi trý ára starvsroyndir, kanst tú verða førleikamett/ur innan skrivstovuútbúgving.
Ein førleikameting kann vera við til at stytta munandi um lærutíðina, um hon vísir, at tú hevur viðkomandi førleikar innan yrkið, ið tú hevur valt at útbúgva teg í.
Ein og hvør, sum lýkur treytirnar, kann søkja Yrkisdepilin um at verða førleikamettur. Ein førleikameting er ein tilgongd, ið fevnir um innsavnan og skráseting av upplýsingum um royndir og førleikar, ið ein umsøkjari hevur. Tað er umsøkjarin, ið hevur ábyrgdina av at útvega allar neyðugar og viðkomandi upplýsingar. Upplýsingarnar verða fingnar til vega við samrøðu, váttanum, prógvum, uppgávuloysnum o.s.fr. Ein meting verður gjørd av innsavnaðu og skrásettu førleikunum. Henda meting tekur altíð støði í einari viðkomandi føroyskari útbúgving, sum umsøkjarin ætlar sær at fara undir. Førleikametingin endar við einari niðurstøðu, sum er eitt løggildugt skjal, ið prógvar tínar førleikar.
Les meira um førleikameting her
Tá tú hevur fingið sveinabrævið, so hevur tú yrkisrættað miðnám og kanst antin fáa starv innan títt fakøkið ella søkja inn á framhaldandi útbúgving.
Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum skrivstovufólk.
Við yrkisrættaða miðnámsútbúgving hevur tú somu møguleikar at fara undir framhaldandi lestur sum tey, ið hava nomið sær eina gymnasiala útbúgving, eisini inn á hægri lærustovnar t.d. universitet.
Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving. Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.
Les meiri um útbúgvingina og vegleiðingar til lærlingar á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum her.
Yvirlit yvir lærupláss er her.
Les um yrkisfelagið S&K og um lærlingarlønina v.m. her.