Sum rustfastur kleinsmiður (rustdyggur fínsmiður) arbeiðir tú við metali. Undir útbúgvingini lærir tú um ymisk sløg av metali, og hvussu tey kunnu formast.
Sum rustfastur kleinsmiður lærir tú at gera samansetingar av forgreiningum og bukkingum í rørum í rustdyggum stáli og at velja egnaðar eftirviðgerðir. Eisini lærir tú at viðgera og eftirviðgera yvirflatar av rustføstum stáltilfari.
Tú lærir grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði, sum ger teg føran at virka sum handverkari í øllum smiðjuverkstøðum innan jarn og metal.
Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til tær ymsu uppgávurnar.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
ørleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum rustfastur kleinsmiður eru, at:
Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:
Skúlagongdin fyri sergreinina rustfastur kleinsmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 5 vikur.
Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur rustfastur kleinsmiður.
Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir