Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

3 ár 11 mðr.- 4 ár 5 mðr.

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:

Múrari

Ein múrari byggir og røkir bygningar og hús, ið eru bygd úr múrsteini. Í skúlanum lærir tú um ymisk sløg av steinum og flísum. Harafturat lærir tú alt um, hvussu tú byggir og arbeiðir við mørtli og fugu.

Um útbúgvingina

Ein týðandi partur av útbúgvingini er at lesa arbeiðstekningar og arbeiða eftir teimum. Sum múrari lærir tú eisini at stoypa sokkul og gólv, at arbeiða við taksteini, pussa yvirflatar og leggja flísar á vegg og gólv.

Útbúgvingin gevur tær eina grundleggjandi vitan um húsabygging. Tú kanst enda tína útbúgving sum flísamontørur ella múrari. Flísar kunna setast saman í ávís mynstur, soleiðis at múrurin bæði verður vakur á at líta og haldgóður.

Sum flísamontørur lærir tú um ymiskt tilfar, at lesa arbeiðstekningar og seta arbeiðspallar upp. Sum múrari lærir tú tað sama sum ein flísamontørur, men tú lærir eisini at tekna arbeiðs­tekningar, at hitabjálva og arbeiða við taksteinum. Tú fært eisini skil fyri hitabjálving og at arbeiða við taksteinum.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um múraratøkni, flísatøkni, talgilda bygging, tekning og skipanararbeiðs­pallar. Eisini hevur tú lærugreinarnar støddfrøði, arbeiðsumhvørvi, bygging og samfelag.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • ert kropsliga væl fyri
  • ert handaligur og tímir at brúka hendurnar
  • hevur skil fyri rúmi og skapi
  • hevur hug at arbeiða uttandura
  • kann arbeiða í hæddum
  • hevur skil fyri góðsku og smálutum
  • kanst arbeiða í arbeiðsliði og samstarva við aðrar fakbólkar
  • kennir reglurnar í fakinum og kanst brúka tær í arbeiðinum
  • hevur áhuga fyri at brúka KT-amboð.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur múrari antin við at byggja ella um­byggja hús. Tú pussar flatar, arbeiðir á tekjum, setur flísar upp og leggur gólv á. Vanliga skalt tú arbeiða hjá einum múrarafelag ella einum entreprenørfelag. Hjá múrarum kann vera minni arbeiði um veturin.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving. 

Tú hevur atgongd til vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • byggisamskipari
  • orkutøkningur

Eiisni hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:

  • Bygningskonstruktørur

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til múrara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

3 ár 11 mðr.- 4 ár 5 mðr.

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: