Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul:

Hugbreyt

Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni sum t.d. skapandi lærugreinar og náttúrulærugreinar.

Um útbúgvingina

Henda breytin er fyri teg, sum hevur serligan áhuga fyri máli, bókmentum og samskifti. Tað, sum eyðkennir hugbreytina, eru tær málsligu og hugvísindaligu lærugreinarnar. Hugvísindi eru vísindi um menniskjað, mentan og mál. Her fært tú innlit í persónsmensku, ymisk mentanarlig viðurskifti og breiða vitan innan hugvísindi, sum er gott grundarlag fyri víðari hægri lestri.

Á hugbreytini hevur tú serliga góðan møguleika at arbeiða við bókmentum, heimsmentanum og mentan annars. Fremmandamál, danskt, enskt, religión, søga, lívfrøði og landafrøði eru lærugreinar á Hugbreytini.

Sum á hinum breytunum, hevur tú eisini á hugbreytini møguleika at velja ymsar aðrar lærugreinar, so tú fært ment teg tann
vegin, tú hevur hug til. 

Skipan av útbúgvingini

Undirvísingin á hugbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á hugbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á hugbreytini.

Felags- og breytarlærugreinar

Enskt B

Ítróttur og heilsa C

Religión C

Støddfrøði C Søga A

Føroyskt A

Landafrøði C

Samfelagsfrøði C

Lívfrøði C  

Vallærugreinar

Á hugbreytini skalt tú í minsta lagi hava fýra A-stig og trý B-stig. Tú skalt velja eina listalærugrein C og eitt fremmandamál A, áðrenn tú byrjar. Treytin fyri at kunna velja týskt framhaldsmál er, at tú hevur havt týskt í tvey ár í fólkaskúlanum

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Tú skalt hava lokið royndirnar nevndar omanfyri við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt. Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. 

Fyri at velja ávíst framhaldsmál á hugbreytini, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í nevnda framhaldsmáli.

Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum. 

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.

Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá hugbreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.

Við einum prógvi frá hugbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Meiri kunning

Glasir
Miðnám á Kamsdali
Miðnámsskúlin í Suðuroy

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul: