2 ár sum parttíðarlestur
Januar og august
10. januar og 1. august
kr. 36.000 (kr. 600/ECTS)
Endamálið við útbúgvingini er at geva førleikar innan leiðslu, fyriskipan og búskap um tú ynskir møguleikan afturat tínum vinnuroyndum at fáa eina ástøðiliga útbúgving.
HD er ein hægri útbúgving skipað sum parttíðarútbúgving.
HD 1. partur gevur tær eitt vinnubúskaparligt grundstøði, sum gevur tær førleikar til at verða tikin upp til 2. part.
HD er skipað í ein 1. part og 2. part.
HD 1. partur verður boðin út í samstarvi millum Glasir og Århus Universtitet. Undirvísingin fer fram á føroyskum. Undirvísingartilfarið er enskt og danskt.
HD 1. partur er settur saman av 6 lærugreinum, ið fevna um ½-1 ár, tað er 1 ella 2 semestur.
Undirvísingin, ið er á Glasi, er vanliga mána- og mikudag kl. 16.00-19.15. Hvør lestrarhálva er áleið 13 vikur.
Til at verða upptikin á HD 1. parti krevst gymnasial miðnámsútbúgving.
Til ber at søkja um undantak, um tú hevur aðra útbúgving á sama stigi. Tað er Århus Universitet, ið tekur støðu, tá søkt verður um upptøku við undantakið.
Undirvísingin á HD 1. parti er við útgangsstøði í førleikum, ið svara til støddfrøði B.
Próvtøkur, bæði munnligar og skrivligar, eru á donskum.
Heysthálvan er í tíðarskeiðinum september – desember við próvtøkum í januar. Várhálvan er í tíðarskeiðinum januar – mai við próvtøkum í mai/juni.
Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.
HD 1. partur gevur tær møguleika fyri framhaldandi lestri á diplomstigi, t.d. HD 2. part.
Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og bygnaðin, ber til at lesa námsætlanina her.
Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.
Tú kanst venda tær til Finn Jensen, dekan á 786663 og fje@glasir.fo.