Er tøkt her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: Umleið 10. august og 25. januar
Umsóknarfreist: 15. juni og 15. desember
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Maskinmeistari

Advanced Marine Engineer

Útbúgvingin skal m.a. geva tí lesandi hollan kunnleika til elektro-, maskin-, orku-, og prosesstekniskan útbúnað á sjógvi og landi fyri at tryggja besta atliti at trygd, umhvørvi og búskaparviðurskiftum.

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum maskinmeistari og standa fyri virksemi og viðlíkahaldi av tekniskum útbúnaði á sjógvi og landi.

Um útbúgvingina

Til ber at taka útbúgvingina sum maskinmeistari við yrkisútbúgving frammanundan sum handverkari innan metal ella el økið ​ella sum aspirantur.

Maskinmeistarútbúgvingin við yrkisútbúgving frammanundan tekur 3 ár.

Maskinmeistaraútbúgvingin sum aspirantur tekur 4 1/2 ár.

Útbúgvingin sum aspirantur er skipað soleiðis:

1. árið
Verkstaðskúla á Vinnuháskúlanum

2. árið
Starvslæra á landi í 8 vikur
Starvslæra á sjóvi í 8 vikur
Starvslæra á landi í 8 vikur
6 mðr. skúlagongd á Vinnuháskúlanum

3. árið
6 mðr. skúlagongd á Vinnuháskúlanum
Starvslæra á sjógvi í 8 vikur
Starvslæra á landi í 8 vikur
Starvslæra á sjógvi í 8 vikur

4. árið, umframt 6 mðr.
18 mðr. skúlagongd á Vinnuháskúlanum

Starvsroyndin hjá aspirantum er 12 mðr., harav 6 mánaðir siglingartíð og írestandi 6 mánaðir kunna takast sum starvsroynd antin á sjóvi ella á landi. Skúlin leggur til rættis siglingartíðina við skipum, sum skúlin hevur avtalu við. 

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst antin yrkisútbúgving innan metal og el-fakið ella sum aspirantur:

●       Fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 6 (02 eftir nýggja próvtalsstiganum) í hvørjari lærugrein

og

●       Yrkisútbúgving innan metal ella el-fakið.

ella

●       Sum aspirantur uttan yrkisútbúgving frammanundan. Tá er kravið miðnámsútbúgvin við í minsta lagi próvtalinum 6/02 á C støði í føroyskum og enskum og á B-støði í alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði.


Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár.

Framtíðarmøguleikar

Maskinmeistaraútbúgvingin gevur førleika til at fáa sjóvinnubræv eftir kapitli III/2 í STCW 95 konventiónini, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rætt at sigla sum maskinmeistari á samsvarandi starvsvenjingarstigi á øllum motorskipum.

Eisini gevur maskinmeistaraútbúgvingin førleikar til at arbeiða á landi sum t.d. verkstjóri, vaktmeistari, orkuráðgevi, vatnverksstjóri, umhvørvisráðgevi, umsitingarstjóri, trygdarstjóri, søluverk­frøðingur, góðkendur el-innleggjari, ketilpassari og kølimontørur.

Sum maskinmeistari ber til at fáa loyvisbræv sum løggildur elinnleggjari, um tú hevur arbeitt í minsta lagi í tvey ár við sterkstreymstekniskum arbeiði, harav í minsta lagi eitt ár sum elektrikari. 

Somuleiðis kanst tú fáa loyvisbræv sum kølimontørur, um tú hevur arbeitt í minsta lagi 2 ár á góðkendum kølivirki.

Meiri kunning

Vinnuháskúlin – www.vh.fo

Tú kanst venda tær til Símun Poulsen, undirvísingarleiðara og lestrarvegleiðara, simun@vh.fo, 517220 ella til Karl Gregersen, undirvísingarleiðara og lestrarvegleiðara, karl@vh.fo, 787016.

Er tøkt her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: Umleið 10. august og 25. januar
Umsóknarfreist: 15. juni og 15. desember
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: