3 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 20
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í samfelagsvísindalig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar innan samfelagsplanlegging, sum smátjóðir standa fyri í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.
Útbúgvingin er fyri tey, sum hava áhuga fyri samfelagsskipanum, og hvussu hesar skipanir reguleraðast og mennast.
Á hesi útbúgvingini lærir tú um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg, tvørvísindi og verkætlanararbeiði, vælferð, vælferðarsamfelag og vælferðarskipanir, um samanspælið millum almennan politikk, marknað og sivilsamfelag, og um hvussu institusjónir og organisasjónir virka, stýrast og mennast.
Undirvíst verður m.a í:
Útbúgvingin er tvørvísindalig, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.
Tú kemur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir harafturat sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan – hetta ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum hjá lesandi í søgu og í politikki og umsiting.
Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.
1. lestrarhálva (heysthálva) |
|
3. lestrarhálva (heysthálva 2016) |
4. lestrarhálva (várhálva 2015) |
5. lestrarhálva (heysthálva) |
6. |
|
Sosiologi og 10 ECTS |
Nýggjari 10 ECTS |
Valfak I 10 ECTS |
Valfak II 10 ECTS |
Samfelags- 10 ECTS |
Insitiutíónir 10 ECTS |
|
Stjórnmála- 10 ECTS |
Búskapar- 10 ECTS |
Samfelags- 10 ECTS |
Háttalag II 10 ECTS |
Sosialvísindi 10 ECTS |
Bachelor- 20 ECTS |
|
Vísindaástøði 10 ECTS |
Ritgerð I 10 ECTS |
Háttalag I 10 ECTS |
Ritgerð II 10 ECTS |
Praksisfak 10 ECTS |
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv..
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Sosialvísindi er lestur fyri tey, sum hava áhuga at starvast innan almennar, alment gagnligar og privatar organisasjónir.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á kandidat ella masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Firouz Gaini, útbúgvingarleiðara, firouzg@setur.fo, +298 299438.
Les meiri her.