Hjánám er viðkomandi, tá ein vil hava útbúgving, sum er sett saman av tveimum fakum. Hjá teimum, sum t.d. vilja verða lærarar í miðnámsskúlum, kann tað vera ein fyrimunur, men eingin treyt, at hava tvær lærugreinir at undirvísa. Onnur lærugreinin skal vera høvuðsnám og hin hjánám.
Fyri at kunna lesa hjánám skalt tú hava staðið ella vera innskrivað/ur til eitt høvuðsnám. Eisini ber til at lesa samansett bachelornám, sum merkir, at tú frá byrjan av lesur bæði høvuðsnám og hjánám á Setrinum samstundis. Tá tú lesur samansett bachelornám, so er hjánámið vanliga 60 ECTS á bachelorstigi og síðani 30 ECTS á masterstigi. Hetta verður síðani drigið frá høvuðsnáminum, sum sostatt verður 120 ECTS á bachelorstigi og 90 ECTS á masterstigi. Høvuðsritgerðin verður altíð skrivað í høvuðsnáminum.
Hjánám í føroyskum
Hjánám í støddfrøði
Hjánám í søgu
Hjánám í samfelagsvísindi
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum