Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:
Yrkisútbúgving

Ortopedur

Ein ortopedur arbeiðir við at gera hjálpartól til rørslutarnað. Í útbúgvingini lærir tú at gera tilbindingar, høkjur og eftirgjørdar armar og bein.

Tú fært grundleggjandi vitan um at framleiða protesur og stuðulskorsett. Harafturat lærir tú at gera bæði mekanisk og elektronisk hjálpartól.

Ein stórur partur av arbeiðinum fevnir um at laga protesuna til tann einstaka brúkaran, so hon hóskar best til kropsbygnað og húðarlit. Protesan er gjørd úr t.d. metali, plasti, træi ella leðri til tann einstaka brúkaran.

Útbúgvingin gevur tær eina grundleggjandi vitan um at framleiða og umvæla protesur og stuðulskorsett. Arbeiðsvanlukkur, ferðsluóhapp og aðrir skaðar eru ofta atvoldin til, at kundar hava tørv á hjálparútgerð. Tú lærir at gera bæði sjálvvirkandi og ravtøkniliga hjálparútgerð. Arbeiðið sum ortopedur krevur ansni fyri sniði og vælveru hjá menniskjum.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um fínmekanikk, elektronikk, faktekning, gips, leður, klæðir og protesur. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, samfelagsfrøði og tilfarsfatan.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur skil fyri skapi, mátum og lutfalli

●       hevur áhuga fyri at arbeiða við KT og tøkni

●       kanst arbeiða skapandi og finna nýggjar loysnir

●       hevur skil fyri dygd og smálutum

●       kanst arbeiða nágreiniliga og neyvt

●       kanst arbeiða saman við øðrum yrkisbólkum

●       ert førur fyri at halda tíðarætlanir

●       ert hugaður at arbeiða á einum verkstaði ella í einari framleiðsluhøll.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum ortopedur í bandasjugerð. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til ortoped er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

 

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: