Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul:

Náttúrubreyt

Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni t.d. skapandi lærugreinar og mállærugreinar.

Um útbúgvingina

Undrast tú á fyribrigdi og samanhangir í náttúruni? Dámar tær at loysa líkningar og gera útrokningar? Og vilt tú hava eina djúpari fatan av tí tøkni, sum í vaksandi mun stýrir okkara gerandisdegi? So er Náttúrubreytin nakað fyri teg.

Her verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Tú kanst fara í djúpdina við alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði, ella eitt nú landafrøði, stjørnufrøði og teldufrøði.

Á hesi breytini verður serliga arbeitt við náttúruvísindaligum háttaløgum og hugsanarháttum. Við at arbeiða bæði ástøðiliga – við modellum og hypotesum – og praktiskt – eitt nú við royndum á kanningarstovum – fært tú innlit í, hvussu heimurin er uppbygdur og samansettur. Á

Skipan av útbúgvingini

Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á náttúrubreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á náttúrubreytini.

Felags- og breytarlærugreinar

Føroyskt A

Enskt B

Ítróttur og heilsa C

Religión C

 Alisfrøði B

 Evnafrøði C  Lívfrøði C   

Søga A

Støddfrøði B

Landafrøði C

Samfelagsfrøði C

Vallærugreinar

Á náttúrubreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.

  • Ein náttúrulærugrein ella støddfrøði verður lyft frá B til A
     
  • Ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella tónleikur verður lyft frá B til A, ella danskt A
     
  • Evnafrøði ella lívfrøði verður lyft frá C til B
     
  • Ein lærugrein verður lyft frá C til B. Talan kann vera um eina felagslæru ­ grein, breytarlærugrein, listalærugrein ella mállærugrein
     
  • Ein listalærugrein (tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stigi.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Tú skalt hava lokið royndirnar nevndar omanfyri við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt. Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Vilt tú verða upptikin á náttúrubreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í 2 ár í minsta lagi í alisfrøði-/evnafrøði.

Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum.

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.

Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.

Framtíðarmøguleikar

Við prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.

Við prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Meiri kunning

Glasir
Miðnám á Kamsdali
Miðnámsskúlin í Suðuroy

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul: