Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul:

Búskaparbreyt

Á Búskaparbreytini verður dentur lagdur á vinnulig, búskaparlig og samfelagslig evni. Tú fært innlit í roknskap, marknaðarføring, samfelagsbúskap, og hvussu tú fert undir egið virki.  Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti.

Um útbúgvingina

Undirvísingin strembar eftir at viðgera aktuel evni og spurdómar, sum hava við samfelag og vinnulív at gera. Hvussu kann tilfeingi nýtast burðardygt? Hvussu hongur globaliseraði heimurin saman? Hvussu ávirka broytingartíðir vinnulív og vinnumøguleikar?

Virkisbúskapur, sølubúskapur, vinnulívsrættur og altjóða búskapur eru millum tær merkantilu lærugreinirnar, sum eyðkenna breytina. Samstundis er Búskaparbreytin tann av breytunum, har tað eru flest møguleikar at seta tína egnu útbúgving saman.

Skipan av útbúgvingini

Undirvísingin á búskaparbreytini er helst øðrvísi enn tann, tú kennir frá fólkaskúlanum. Umframt vanliga floksundirvísing eru eisini case-undirvísing og verkætlanir.

Tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum og saman við øðrum.

Virkisvitjanir, aðrar námsferðir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanligar á búskaparbreytini.

Felags- og breytarlærugreinar

Føroyskt A

Støddfrøði C

Ítróttur og heilsa C

Enskt B

Virkisbúskapur B

Samfelagsfrøði C

Sølubúskapur B

Altjóða búskapur B

Vallærugreinar

Á búskaparbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini. 

Á Búskaparbreytini skalt tú í minsta lagi hava fýra A-stig og trý B-stig. Tú skalt velja eina listalærugrein C, eina mállærugrein B ella innovatión C, áðrenn tú byrjar. Harafturat skal ein búskaparlig lærugrein lyftast frá B til A. Vallærugreinarnar til annað og triðja árið velur tú í februar. 

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       tikið 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði við nóg góðum úrsliti

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Tú skalt hava lokið royndirnar nevndar omanfyri við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt. Lýkur umsøkjari ikki allar omanfyri nevndu treytir, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Fyri at velja ávíst framhaldsmál, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í tvey ár í nevnda fremmandamáli.

Til ber at søkja inn á annað árið á búskaparbreytini við FHS prógvi við nóg góðum úrsliti.

Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum.

Einstaki skúlin skipar próvtøkurnar eftir nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum.

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.

Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.

Framtíðarmøguleikar

Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum. Tær lærugreinar og tey lærugreinastig, tú velur, kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna seg um hesi viðurskifti, áðrenn vallærugreinar og lærugreinastig verða vald.

Útbúgvingin hevur sum mál at fyrireika teg til hægri lestur á handilsháskúla, universiteti ella øðrum víðari útbúgvingum. Útbúgvingin er eisini góð barlast, ætlar tú tær í læru á t.d. skrivstovu, í grannskoðaravirki ella í banka.

Meiri kunning

Glasir
Miðnám á Kamsdali

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Hov, Kambsdalur
Lestrarstuðul: