Undir aðrar útbúgvingar eru 5 útbúgvingar.
Eftirskúlaútbúgvingarnar hava til endamáls at bjóða 10. flokk og at vera persónliga mennandi gjøgnum fakliga vitan og alment mennandi í felagsskapi við øðrum. Skúlarnir eru vistarskúlar, har næmingarnir fáa høvi at búgva og virka saman við øðrum ungum.
Musikkskúli miðnám er til tey, sum ætla at fara undir víðari lestur á musikkkonservatorium. Útbúgvingin gevur ikki eitt gymnasialt miðnámsprógv, men fyrireikar teg til upptøkuroynd á Musikkkonservatorium og gevur undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku.
Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára preliminer útbúgving í orgulspæli., sum hevur til endamáls at útbúgva urguleikarar, soleiðis at teir eru førir fyri at virka sum urguleikarar í Føroysku fólkakirkjuni og øðrum samkomum.
Serbreytin er ætlað næmingum, sum ikki megna miðnám undir vanligum treytum og byggir á námsskipan til serbreyt við læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin.
Brúgvin - eftirskúli
Føroya Eftirskúli
Musikkskúli Miðnám
Orgulútbúgving
Serbreyt
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum