Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

12

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Lívfrøði

B.Sc.
Bachelor of Science in Biology

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan lívfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Filmur har lívfrøðilesandi greiðir frá er her.

Um útbúgvingina

Dentur verður lagdur á føroyska lívfrøði við sínum serstøku fyribrigdum. Tú lærir um plantur og djór, um hvussu hesi liva og hava tillagað seg
umhvørvið. Eisini verður hugt at, hvussu plantur og djór verða ávirkað av menniskjum t.d. við dálking, veðurlagsbroytingum og fiskiskapi. 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men tekur støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum, sum liva í Føroyum. 

Fyrstu tvey árini hava tær báðar útbúgvingarnar B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum felags undirvísing. Fleiri skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna.

Tað seinasta árið verða tær báðar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

12

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Lestrarhálva
1. lestrarhálva
Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur
7 ECTS
Støddfrøði og hagfrøði fyri lívfrøðingar
7 ECTS
Plantur og djór í Føroyum
7 ECTS
Almenn lívfrøði
7 ECTS
2. lestrarhálva
Jørð, hav og luft I
7 ECTS
Vistfrøði á landi
7 ECTS
Almenn og ólívrunning evnafrøði
7 ECTS
Lívrunnin evnafrøði
7 ECTS
3. lestrarhálva
Lívevnafrøði
7 ECTS
Mýlsk kyknu- lívfrøði I
7 ECTS
Havlívfrøði I
7 ECTS
Rannsóknarætlan og datagreining
7 ECTS
4. lestrarhálva
Arvalæra
7 ECTS
Humanfysiologi
7 ECTS
Smáverulívfrøði
7 ECTS
Feltskeið í vistfrøði
7 ECTS
5. lestrarhálva
Fiskifrøði
7 ECTS
Eiturvistfrøði og dálking
7 ECTS
Aling
7 ECTS
Jørð, hav og luft 2
7 ECTS
6. lestrarhálva
Havlívfrøði II
7 ECTS
Bachelor- verkætlan
22 ECTS

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við:

  • støddfrøði á B-stigi
  • alisfrøði á B-stigi
  • evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Um miðalpróvtalið ikki er nóg høgt, ber til at søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2, har aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting. 

Starvsmøguleikar

Við hesi útbúgvingini fært tú møguleika at arbeiða í tí almenna ella tí privata. T.d. sum umhvørvisráðgevi innan burðardygga menning, í fyrisiting, sum vísindatíðindafólk, á granskingarstovnum, í ráðgevingarfyritøkum og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í lívfrøði hevur tú eitt fakligt grundarlag til framhaldslestur á master- ella kandidatstigi uttanlands. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo, +298 292554.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya