4 ár
August
Ein maskinsmiður skal kunna finna brek, umvæla, góðskutryggja og halda viðlíka maskinútbúnað.
Eisini lærir tú um framleiðslutilgongdir og at røkta og seta saman høvuðspartarnar av einum motori, at gera smáar konstruksjónir av plátu, røri og stálprofilum og einfaldar røktaruppgávur av t.d. rørskipanum, pumpum og ventilum.
Tú lærir at arbeiða við stýringartøkniligum skipanum og maskinum. Í útbúgvingini lærir tú at dreyga, fresa, byggja upp, forrita, finna brek og at umvæla einfaldar stýritøkniligar skipanir. Tú lærir at velja røtt amboð og rætt dátugrundarlag í sambandi við framleiðsluuppgávur.
Maskinsmiðjulærlingar læra at arbeiða við m.a. handamboðum, skrúvustikkarbeiði, læra um framleiðslutilgongdir og at nýta stór maskinamboð, m.a. bonkborimaskinu, dreyibonk, fresara og skeriamboð.
Tú lærir at sveisa stálkonstruksjónir, gera konstruksjónir av plátu, røri og stálprofilum, einfaldar viðlíkahaldsuppgávur av t.d. rørskipanum, pumpum og ventilum umframt at seta upp motor- og maskinlutir.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum maskinsmiður eru, at:
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Skúlagongdin fyri sergreinina maskinsmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 5 vikur.
Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur maskinsmiður.
Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
Vegleiðingar til lærlingar um yrkisútbúgvingar eru her.
Vegleiðingar til læruplássið um yrkisútbúgvingar til eru her.
TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)
Glasir
Yrkisdepilin