Lestrartíð:

4½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán:

Bátasmiður

Á útbúgvingini kanst tú antin gerast bátasmiður ella seglmakari. Sum bátasmiður lærir tú at smíða úr træi og glastrevjum og at seyma segl og gera togverk.

Um útbúgvingina

Týdningarmikið er, at bátasmiðurin og seglmakarin kenna og velja rætta tilfarið. Tú skalt hava ans fyri skapi, litum og sniði og vera nærlagdur. Tú kanst fáa starv í feløgum, sum umvæla og selja skip, bátar og útgerð. Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um tilfar og útgerð til skip og bátar. Tú lærir at brúka tey røttu amboðini og maskinurnar til arbeiðið.

Alt eftir áhuga og læruplássi endar tú útbúgvingina við sergrein sum bátasmiður ella sum seglmakari.

Sum bátasmiður lærir tú um tilfar og hættir at framleiða og at viðgera yvirflatar á t.d. stutt­leika­bátum og fiskibátum. Tú lærir at smíða eftir tekning og at gera tekningar og útrokningar. Eisini lærir tú at røkja og at umvæla bátar.

Sum seglmakari lærir tú at sniðgeva, velja tilfar, skera til og at seyma ella sveisa segl. Tú lærir at brúka telduforrit bæði til sniðgávu og framleiðslu. Sum seglmakari lærir tú at gera segl og togverk. Harafturat lærir tú um lit og snið. Tú lærir at brúka telduskipanir bæði til at sniðgeva og at framleiða við.

Til allar sergreinar krevst handverksligt hegni, neyvleiki og tøkniligt innlit. Dentur verður lagdur á arbeiðsumhvørvi, og hvussu ein verjir seg, tá tað serstakliga sum bátasmiður verður arbeitt við evnafrøðiligum evnum og vandamiklum guvum.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um tilfarslæru, tekning, yvirflataviðgerð, líming og sveising, íverksetan og nýskapan. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. enskt, danskt og støddfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • ert kropsliga væl fyri
  • ert fyrireikaður uppá ofta at arbeiða í vánaligum arbeiðsstøðum, sum kunnu tyngja armar, bein og rygg
  • hevur áhuga fyri at arbeiða við KT, tøkni og maskinum
  • dugir at lesa og skilja arbeiðslýsingar og arbeiðstekningar
  • ert hugaður at arbeiða uttandura.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur seglmakari ella bátasmiður. Ofta verður ein settur í starv á smáum seglvirkjum, men tú kanst eisini fáa arbeiði á virkjum, sum framleiða t.d. húsvognar o.l. Bátasmiðir arbeiða á skipasmiðjum.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesa professiónbachelor útbúgvingina:

  • Útflutningur og tøkni

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelor­útbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin innan sjóvinnu handverk sum bátasmiður ella seglmakari er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð:

4½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán: