Setrið kann eftir umsókn og fakligari meting játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum.
Lestrarráðið tekur avgerð um allar góðskrivingar eftir tilmæli frá viðkomandi útbúgvingarleiðara.
Har námspartar longu eru loknir á øðrum lærustovni, kunnu teir verða góðskrivaðir í tann mun hesir samsvara innihaldsliga og eru á minst sama fakliga stigi sum teir partar av útbúgvingini, ið søkt verður um góðskriving fyri. Útbúgvingarleiðarin metur um í hvørjum einstøkum føri, hvussu nógv kann góðskrivast.
Søkt verður um góðskriving við umsóknarblaðnum, sum er tøkt her.
Lestrarvegleiðingarnar á deildunum á Fróðskaparsetur Føroya eru tøkar her.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum