Lestrartíð: 1 ár og 8 mðr, ella 3 ár og 4 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán:

Tænari

Sum tænari arbeiðir tú við at tæna gestum á matstovum. Undir útbúgvingini lærir tú um mat og drykkjuvørur, og hvussu borðreiðast skal fyri gestunum.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at tosa við gestirnar, hvat tey vilja hava og at við­mæla teimum mat og drekka úr matarskránni. Sum tænari lærir tú eisini at borðreiða, avrokna og at gera drykkir.

Tænarar kunnu arbeiða á matstovum, gistingarhúsum og í sam­bandi við stór tiltøk og veitslur.Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um gastronomi og tænastu.

Tú kanst enda útbúgvingina sum ráðstevnu- og veitslutænari ella sum tænari.

Ráðstevnu- og veitslutænarar læra um gastronomi, at taka ímóti bíleggingum og at bera inn á borðið til stór og smá tiltøk. Útbúgvingin til ráðstevnu- og veitslutænara tekur 1 ár og 8 mðr.

Sum tænari lærir tú meiri um gastronomi, mál (enskt og fronsk yrkisheiti), ferðavinnu og um at geva gestunum ráð. Útbúgvingin til tænara tekur 3 ár og 4 mðr.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um gastronomi, drykkjuvørur, matarskrálæra og ráðstevnu- og veitsluborðreiðing. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. arbeiðsumhvørvi, sølu og tænastu og sálarfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur tænastusinni – eisini tá nógv er at gera

●       ert kropsliga væl fyri

●       dugir at tosa við nógv ymisk fólk

●       dugir fremmandamál

●       kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       hevur skil fyri dygd og smálutum

●       ert hugaður fyri skiftandi arbeiðstíðum – tú arbeiðir ofta, tá ið onnur hava frí.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum tænari og matstovuvertur til stór tiltøk og veitslur. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Tú hevur atgongd til allar vinnuakademiútbúgvingar innan fakøkini: lívfrøðiliga og starvs­stovutøkniliga økið, sniðfakliga økið, einkultfak, búskaparliga-handilsliga økið, KT-fakliga økið, samfelagsfrøðiliga økið, heilsufakliga økið og tøkniliga økið.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademi­útbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar, sum vanliga taka 2 ár. Hesar eru settar saman við ástøði og praksis og eru knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki. Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor umframt bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til tænara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Rástevnu- og veitslutænari er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1-8 og ásetur tað,ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 1 ár og 8 mðr, ella 3 ár og 4 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán: