Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 35

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 240
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Námsfrøðingur

B.Ed.
Bachelor of Education in Pedagogical Development

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi yrkisførleika til eftir lokna útbúgving at virka sum námsfrøðingur á barnaansingar-, frítíðar- og á serøkinum.

Um útbúgvingina

Tey lesandi skulu læra at virka og samstarv um heildarmenning av menniskjanum.

Fyrstu tvey lestrarárini á útbúgvingini byrja við grundfakum. 3. og 4. lestrarárið er bygt upp við linjulestur, har tann lesandi skal lesa tríggjar linjur. Møguleiki er at taka lesa eina linju uttanlands. Í seinnu helvt av 4. lestrarári verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

Skipan av úrtbúgvingini

1. lestrarár er skipað við undirvísing í grundfakum, har ymisk vitanarøki innan menning, námsfrøði, námsfrøðiligari sálarfrøði og sosialisering í sambandi við børn og ung eru á skránni. Eisini verður undirvíst í vísindaástøði og í lívsáskoaðn og siðalæru. Harumframt verður undirvíst í grundleggjandi føroyskum kunnaleika.

2. lestrarár er savnað um ávís kjarnaøki. Fyrra hálvárið er savnað um serøkið, seinna hálvárið um skeiðini 1) barna- og ungdómsmentan, 2) kreativt námsfrøðiligt virksemi, 3) málmenning og mentan og 4) menniskja, stovnur og samfelag.

3. og 4. lestrarár eru linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki.

Tann lesandi skal  velja 3 av 6 møguligum linjum, sum eru:

  1. Sernámsfrøði
  2. Skúlabúgving/innskúling
  3. Heilsa, kroppur og rørsla
  4. Námsfrøðilig leiðsla
  5. Smábarnafrøði
  6. Kreativt námsfrøðiligt arbeiði
  7. Náttúra og mentan.

Á trimum av omanfyri nevndu linjunum, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling og námsfrøðiligari leiðslu, er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.

Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.

Lestrarár og skeið

1.árið

2.árið 3.árið 4.árið

Líváskoðan og siðalæra
5 ECTS

Málmenning 
10 ECTS

1. linjuval
30 ECTS

2. linjuval
30 ECTS

Føroyskt
10 ECTS

 

 

Starvslæra
15 ECTS

SVísindaástøði
5 ECTS

Barna- og ungdómsmentan
5 ECTS

 

 

Námsfrøðilig sálarfrøði
10 ECTS

Kreativt námsfrøðiligt virksemi
10 ECTS

3. linjuval
30 ECTS

 

Námsfrøði og didaktik
15 ECTS

Menniskja, stovnur og samfelag
10 ECTS

 

B.ED. ritgerðin
15 ECTS

Námsfrøði og didaktik 
15 ECTS

Sernámsfrøði 
25 ECTS

 

 

Próvtøkur

Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku.

Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara.

Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga.  Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin at lesa námsfrøði á bachelorstigi krevst bókligt (gymnasialt) miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á nógvum økjum innan serøkið.

Framhaldandi lestur

Sum B.Ed. hevur tú eitt fakligt grundarlag til master- ella kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið og á øðrum økjum.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda til lestrarvegleiðaran Paulinu Poulsen, paulinap@setur.fo, +298 299414 ella til Anniku Antoniussen, útbúgvingarleiðara, annikaa@setur.fo, +298 299429.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 35

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 240
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS